Hugtungir argjamenn, og fegnir B36-arar

Lagið var ógvuliga ymiskt, tá fyrst tveir AB-spælarar, og síðani tveir B36-spælarar vitjaðu sendingina "3. hálvleikur" á Rás2.

 

AB-spælararnir Jobin Drangastein og Dion Splidt iðraðu seg um trý mist stig, ikki minst aftaná ein góðan seinna hálvleik, har Dion Splidt kundi lagt AB á odda við einum dundurskoti, sum endaði í samankomingini, og fór út.

 

B36-spælararnir, Hørður Askham og málverjin Tórður Thomsen vóru ótrúliga lættir um at hava vunnið 2-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Hørður Askham helt fyri, at hetta var bert onnur ferðin í ár, at tað hevur koppað til B36. Tórður Thomsen iðraði seg kortini um tað gula kortið, sum hann fekk fyri at drála tíðina. Hann dugdi ikki at skilja, at hann fekk hetta kortið. Gula kortið ger, at Tórður Thomsen kann ikki verja málið ímóti HB, leygardagin 30. august.

 

Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra tað, sum Jobin Drangastein, Dion Splidt, Hørður Askham og Tórður Thomsen søgdu í "3. hálvleiki" á Ràs2.