Fleiri føroyskir tónleikarar eru á konsertferð í Íslandi í hesum døgum undir heitinum Fairwaves, ella tiltikna føroyska bylgjan.
Fleiri íslendingar, vit hava samband við, hava latið frætt frá sær, nú fyrstu konsertirnar hava verið. Sum skilst, so var fyrsta konsertin við Eivør Pálsdóttir, Hanus G. Johansen og Kára Sverrisson sera væl eydnað. Ingólfur Juliusson er ein, ið fylgir væl við føroysku byrgjuni og hann var til staðar, tá hesi í vikuni framførdu.
Gandakallurin Hanus
Hann sigur, at konsertin var framúr og fagnaðurin fekk ongan enda. Kári ,og Mikael Blak á bassi, byrjaðu konsertina og løgdu botn í og skaptu gott huglag.Síðani kom Hanus og bertók øll, eisini tá hann sang íslendska lagið Fatlafól, ið mett verður, at hann sang betri, enn upprunalagið. Ein framførsla við orku og hann verður samanborin við ein gandakall á palli.
Eivør kom á pall við íslendskari manning, ið hevði gjørt sítt heimaarbeiði. Lag eftir lag hugtók hon fjøldina.
Føroyska bylgjan hevur ikki lagt seg í Íslandi, heldur hinvegin!