Hugtiknir og vælnøgdir spaniólar vitjaðu Kósina

- Tað gongur bara væl við saltfiskinum, sigur Egil Johansen, innkeypsleiðari og sølustjóri fyri saltfiskin á flakavirkinum, Kósini í Klaksvík.

Forkunnug vitjan

Í síðstu viku hevði flakavirkið, Kósin í Klaksvík, forkunnuga vitjan úr Spaniu og Íslandi.
Mikudagin komu ikki færri enn 20 spaniólar og 3 íslendingar við flogfari til Føroya. Hetta eru viðskiftafólk, sum keypa og selja saltfisk, sum Kósin framleiðir. Málið var í fyrsta lagi at vitja Kósina og síggja saltfiskaframleiðsluna hjá virkinum. Men á slíkum ferðum, har so forkunnugir gestir eru á vitjan, er náttúrligt, at vertirnir eisini vísa gestunum ein part av landinum.
Og tað gjørdu klaksvíkingar eisini.


Í Kirkjubø

Egil Johansen, sum er innkeypsleiðari og sølustjóri fyri saltfiskin hjá Kósini, samskipaði ferðina vegna Kósina hjá útlendsku gestunum í Føroyum.
- Vit vóru eftir gestunum í Vágunum og koyrdu tey fyrst til Havnar. Úr Havn fóru vit til Kirkjubøar, har vit ótu frokost saman. Fyrstu náttina gistu tey á Hotel Føroyum, og norðureftir dagin eftir koyrdu vit eftir gamla Oyggjarvegnum ogsíðan um Eiðisskarð.
Egil sigur, at gestirnir vóru ógvuliga hugtiknir av tí, teir sóu, og nógvar myndir vórðu tiknar á ferðini norðureftir.
- Millum teir 20 spaniólarnar, var ein stórur keypari í Barcelona, og saman við íslendingunum er hesin tann einasti, sum hevur verið í Føroyum áður, sigur hann.


Væl nøgdir

Egil sigur, at gestirnir vórðu vístir runt á Kósini, og teir vóru sera væl nøgdir við tað, teir sóu.
- Eg vil siga tað soleiðis, at spaniólarnir vóru serstakliga væl nøgdir við alt tað heila, bæði tað, tey sóu inni á virkinum og útferðirnar, vit skipaðu fyri á ferðini.
Meðan tey steðgaðu í Klaksvík, skipaði Kósini fyri eini ferð norður um við Sundabergi, sum júst var afturkomin við 950 tonsum av flaki, og her fingu gestirnir døgurða umborð.
- Leygarmorgunin, áðrenn tey fóru úr Klaksvík, varð farið ein túr við bátinum, Alfa Pilot, og her høvdu vit toskatráður við, sigur Egil.
Á vegnum vestureftir aftur leygardagin, sluppu gestirnir eisini ein túr undir Vestmannabjørgini, og hesin túrurin var ikki minst hugtakandi.
- Leygarkvøldið gistu tey á Hotel Vágum, har borðreitt varð við køldum borði, og sunnumorgunin flugu gestirnir heimaftur, sigur Egil.


Gongur væl

Spurdur, hvussu tað gongur við saltfiskinum hjá Kósini, nú so nógv hevur verið frammi um trupulleikar á saltfiskamarknaðinum, letur Egil væl at.
- Vit kunnu ikki klaga, tí vit hava ongar trupulleikar havt av saltfiskinum í vetur. Prísirnir, bæði á innkeypi og sølu, eru lækkaðir nakað, men hetta hevur ikki tarnað saltfiskaframleiðsluni hjá Kósini.
At kalla allur toskurin, sum virkið framleiðir til saltfisk, fer til Spaniu, meðan brosman og longan fara til Italiu.
Egil Johansen hevur starvast á Kósini síðan 1998.