Hugtikin bretskur fiskimálaráðharri

Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum var vertur við morgunmatarborðið fríggjamorgunin, sigur, at Ben Bradshaw var ógvuliga áhugaður í øllum, sum hevur við Føroyar at gera

Vitjan

Tað var í allar besta veðri, at bretski fiskimálaráðharrin og tey fýra embætisfólkini, sum eru við honum á ferðini í Føroyum, fríggjamorgunin møttu úti í Tinganesi til morgunmatarborð saman við Jóannesi Ejdesgaard, løgmanni og hansara fólkum.
Til borðs í Skansapakkhúsinum saman við Jóannesi Ejdesgaard og bretska fiskimálaráðharranum, Ben Bradshaw, sótu eitt nú Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, Herálvur Joensen, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, John Rajani, sendimaður Føroya í Bretlandi, Kate Sanderson og ríkisumboðsmaðurin, Birgit Kleis.

Hugtikin maður

Í túninum í Tinganesi tóku vit í hondina á Ben Bradshaw og spurdu, hvørja fatan hann hevur fingið av Føroyum á higartil stuttu vitjanini?
- Eg havi ikki verið í Føroyum áður, men eg havi longu heft meg við, at tit hava eitt ógvuliga vakurt land. Landslagið og vøkru litirnir fella í eyguni, og eg eri ógvuliga hugtikin av tí, eg higartil havi sæð.
Ben segði seg eisini hava heft seg við, at í Føroyum sært tú bæði tað nýggja og tað gamla.
- Eg eri hugtikin av gomlu bygningunum, eg havi sæð her úti í morgun, segði Ben Bradshaw, sum annars segði seg vera spentan uppá vitjanina í Klaksvík, haðani leiðin bar úr Havn við Brimli.
Tað var okkara heimligi fiskimálaráðharri, Bjørn Kalsø, sum fylgdi bretska starvsbróðrinum heimeftir bryggjuni og yvir á eystaru vág, har Brimil lá.
Bussur stóð til reiðar at koyra tey, sum skuldu við Brimli, út á bryggjuna, men her avgjørdu fiskimálaráðharrarnir báðir heldur at ganga yvir um vánna.

Stutt prát

Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum var vertur við mongunmatarborðið, sigur, at Ben Bradshaw var ógvuliga áhugaður í øllum, sum hevur við Føroyar at gera.
- Hann helt, at føroyskir fiskimenn hava eina góða fiskiveiðiskipan og helt eisini, at myndugleikar og vinna standa nærri hvørjum øðrum í Føroyum enn eitt nú í Bretlandi, har langt kann tykjast vera millum partarnar.
Jóannes sigur, at tey frá føroyskari síðu greiddu bretska fiskimálaráðharranum frá, hvussu nógv fiskivinnan fyllir í okkara samfelag í mun til í øðrum londum, og hvussu stóran týdning hon hevur.
- Ben segði, at fiskimenn í Bretlandi og øðrum ES-londum fýlast á, at fiskivinnan verður stýrd so sentralt. Teir halda, at neyðugt verður í størri mun at desentralisera stýringina.
Løgmaður sigur, at hann vísti á, at tað nevniliga er sentraliseringin av stýringini, sum eitt nú føroyingar, norðmenn, íslendingar og grønlendingar ræðast mest við ES.
- Vit stúra nevniliga fyri suverenitetinum á fiskivinnuøkinum, um vit leggja okkum nærri at ES, segði Jóannes Ejdesgaad á stutta morgunfundinum í Tinganesi fríggjamorgunin.

Vitjan í Klaksvík

Umborð á Brimli á veg til Klaksvikar skuldu starvsbrøðurnir úr Bretlandi og Føroyum, Ben og Bjørn, tosa um fiskiveiðiskipanina við Føroyar, sum útlendingar hava víst stóran áhuga.
Tá ið Brimil kom til Klaksvíkar, varð vitjað á Kósini og hjá JFK-Trol, har kunnað varð um virksemið.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, var vertur við eina máltíð í býráðshøllini, og klokkan 15.15 var tíðindafundur í Klaksvík, har báðir fiskimálaráðharrarnir vóru við.
Eftir fundin gekk leiðin aftur til Havnar við Brimli, og á ferðini suður greiddi Bogi Hansen frá um veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum.
Í gjárkvøldið var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vertur fyri einum døgurða í Listaskálanum.