Myndamaðurin Per Folkver hevur fingið myndir sínar úr Føroyum út í bók. Hetta eru myndir, sum hann hevur tikið á vitjanum í Føroyum frá 1994 til 2000.
Her skal ikki gerast ein fátækslig roynd at ummæla, men heldur skal bókin ummrøðast.
Tí slík bók hevur nevniliga tann eginleika, at orð verða gjørd til einkis. Her eru tað myndirnar, ið tala.
Øðrvísi
Føroyingar duga ofta best at vísa Føroyar, sum eitt land, har einki menniskja býr, har eingir bilar eru og har hús ikki eru uppfunnin enn. Í hvussu er ikki hús við nýmótans sniði og øðrum enn grasi á tekjuni.
Soleiðis er veruleikin ofta lýstur í ferðavinnufaldarum. Lundar, fjøll og seyður! So einfalt er tað!
Danir hava eitt fyribrigdi, ið teir nevna ?folkesjæl?. Kanska er tað júst føroysku fólkasálina, ið danin Per Folkver hevur givið út í bók.
Her skorta í hvussu er ikki lív, fólk og veruleiki. Og tað er tað, ið ger myndirnar so øðrvísi, góðar, gerandisligar og harvið veruligar. So vælsignaða veruligar, gerandissligar og flottar. Flottar, tí eisini sæst, at her er talan um listarligt virði og gott hondverk.
Her síggjast føroyskir ungdómar eitt púra vanligt, váttligt vikuskiftiskvøld.
Her eru fólk. Fólk til arbeiðis, fólk heima, fólk , ið hava frí. Kend og minni kend andlit. Gerandistos uttan orð.
Vit síggja málaran, ið stríðist við altartalvuna, meðan modellið tolið hongur á krossinum. Vit síggja seymikonuna, føroyska dansin, møti og bønarstund, stevnufólk og fólk, ið tekst við tað, ið føroyingar nú einaferð takast við.
Náttúra og annað
Sjálvsagt eru eisini náttúrumyndir. Og eins og allar hinar myndirnar, so eru tær góðar. So góðar í støðum, at sjálvt hin kræsnasti knappliga skilir bæði Ingálv av Reyni og Kára Svensson til fullnar.
Men sanniliga, um tað ikki eisini sæst, at í Føroyum eiga vit eisini nýmótans hús. Skip, bilar, berghol. Billardborð og mangt annað.
Bókin er sannur fongur. Føroyar eru her tiknar á bóli. Men talan er um eina vakra ungmoy, ið trínur fram í dagsljósið, so hvørt sum blaðað verður í bókini, ið hevur heitið ?Forbi Færøerne?.
Her er tað gestur, ið talar. Gesturin, ið er sloppin innar. Og hóast tað er myndatala, so eru myndirnar málandi greiðar og vakrar. Tó ikki málaður vakurleiki, men føroyskur vakurleiki, tá hann er vakrastur, myrkastur og skitnastur. Tá hann er gerandissligur.
Gerandiskostur. Fuglaveiða, fongurin í einum gomluim kari, fólk til arbeiðis, brattir bergveggir, fólk í stevnustási. Her eru Føroyar, sum tær nú einaferð veruliga eru. Avmyndaðar, áðrenn smyrsldáman slapp farmat.
Per Folkver takkar á baksíðuni teimum, ið hava hjálpt honum við bókaætlanini. Teimum, ið gjørdu tað gjørligt at fáa bókina til veruleika.
Per Folkver og bókin Forbi Færøerne er givin út á forlagnum Politisk Revy og er hugtakandi og avdúkandi. Ein háttur hjá føroyingum at síggja í egnan heim við fremmandum eygum.
Bókin er ein vakur varði. Ein bók, ið staðfestir, at orð eru fátøk og at ein mynd kann siga meira, enn túsund orð.
Ein bók, ið mentamálaráðharrin í útvarpsviðtali segði seg hava á náttborðinum, tá hann tók við í nýggja starvinum. Og ein bók, ið kann viðmælast til allar føroyingar.