Støðan á Christiansborg líkist mest einum veruligum sliti í samráðingunum um føroyskt fullveldi.
Partarnir eru aftur farnir hvør til sín at viðgera støðuna. Hóast samráðingarnar nú hava vart í fimm tímar, eru landsstýrið og danska stjórnin so at siga ongan veg komin nærri eini semju, enn tey vóru undan samráðingunum.
Tað er spurningurin um Føroyar í fólkarættarligum høpi eru ein tjóð ella ikki, ið skilur partarnar.
Fyri løtu síðani vóru embætismenn hjá danska forsætisráðharranum og embætismenn hjá løgmanni úti í ganginum í foræstisráðnum og kunnaðu fjølmiðlarnar um støðuna. Henda kunning menti seg skjótt til kjak millum føroysku og donsku embætisfólkini, ið mest líktist eini opnari samráðingarstøðu framman fyri fjølmiðlafólkunum.
Líkt er til, at partarnir ikki bara eru ósamdir um, hvørt Føroyar skulu viðurkennast sum ein tjóð ella ikki. Partarnir hava eftir øllum at døma eisini hvør sína útlegging av hugtakinum tjóð.
Sum skilst á embætisfólkunum, ætla partarnir at halda fram at samráðast nakrar tímar afturat, men tó eru lítlar vónir fyri eini semju.