Fyri góðum tveimum árum síðan seldi reiðaríið Christian í Grótinum nótaskipið av sama navni til Kili, har skipið varð bygt.
- Vit hava alla tíðina síðan hugt eftir einum øðrum skipi, sigur Eyðun Rasmussen, stjóri.
Í seinastu viku vóru teir í Noregi og hugdi at nótabátinum Kings Cross, sum teir meta at vera eitt gott skip. Kings Cross varð smíðaður í 1987.
Í hesi viku fellur avgerðin, um reiðaríið skal keypa hetta skipið.
Nú hevur tað skund at fáa nýtt skip fyri at varðveita loyvið hjá Christiani í Grótinum.