Klaksvíkar Kommuna tekur nú ítøkilig stig til at skipa miðbýin í Klaksvík til framtíðar útbyggingar.
- Hetta stigið verður nú tikið, tí vit ásanna, at Klaksvík stendur framman fyri stórum avbjóðingum, ið hava stóran týdning fyri bæði borgarar og vitjandi í býnum, handilslív, vinnulív og frítíðarlív, upplýsir Gunvá við Keldu, borgarstjóri fyri heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Í hesum máli arbeiðir borgarstjórin tætt saman við formanninum í Byggi- og Býarskipanarnevndini, Auðunn Konráðsson, og vóna tey, at býráðið við hesum fær lagt eina endaliga ætlan fyri miðbýarøkið í Klaksvík.
- Nýggj byggisamtykt skal gerast, og ein hugskotskapping skal verða við til at skipa miðøkið í Klaksvík, soleiðis at hetta økið verður gagnnýtt og útbygt best møguliga, sigur borgarstjórin, sum nú hevur skrivað undir avtalu við fyritøkuna Selmar Nielsen Arkitektur.
Kappingin verður eftir øllum at døma í heyst, og hon skal ætlandi vísa og lýsa, hvussu Klaksvík í framtíðini kann skipa miðøki á Eiðinum og framvið havnaløgum við serligum denti á at gera eitt miðbýarøki í Klaksvík.