Tey, ið hava eina ella hvørja verkætlan, sum tey hava gingið og malið við leingi kunnu nú seta seg í samband við Set P/F. Set er eitt nýtt íbirtingarfelag, sum Sparikassagrunnurin, NOTIO og Framtaksgrunnurin hava sett á stovn. Partapeningurin er tilsamans tríggjar milliónir krónur, har hvør stovnari eigur eina millión í part.
? Íbirtarar í Føroyum hava ikki so góðar møguleikar fyri at føra hugskot til lívs. Teir hava stóran týdning. Teir mynda framtíðina í føroyska samfelagnum, nýhugsan og vinning. Vit halda, at tað er týdningarmikið at geva íbirtarum ans, og hetta er grundin til at vit hava stovnað Set, segði Bjarni Olsen, stjóri í Sparikassanum á tíðindafundi hósdagin.
Mett verður, at tørvur er á einum íbirtingarfelagi fyri at betra um møguleikarnar fyri at hugskot, ið kunnu vera grundarlag undir lønandi framleiðslu, gerast til veruleika.
Fíggjarligt avkast
? Vit vilja skapa eina íbirtaramentan. Vandi er fyri, at góðar verkætlanir ikki vera framdar, tí ongin peningur er til tess. Hugskotsstøði krevur pening. Tað er ofta talan um high-risk, og her ætlar Set at røkja ein týðandi leiklut bæði við at skapa fíggjarliga grundarlagið fyri verkætlanini og við at veit neyðuga serkunnleikan, varð millum annað sagt.
Ongar avmarkingar eru fyri verkætlanunum, men kravi er, at Set fær eina ítøkiliga verkætlan áðrenn hon verður stuðlað.
? Vit hava mett, at tað ber ikki til at halda seg innan fyri eitt ávíst økið í samfelagnum. Landið er lítið og um vit siga, at vit bara skulu stuðla einum ávísum øki, so kunnu vit ikki vænta ein stríðan streym í fleiri ár, sigur Bjarni Olsen.
Endamálið við stovnanini er vinnuligt. Verkætlanir skulu geva hóskandi avkast, so talan ikki bara verður um stuðul, men eisini um fíggjarligan vinning.
? Tað er altíð ein tapvandi, men vónandi fara tær verkætlanirnar, sum eydnast at vita upp ímóti teimum, sum ikki eydnast.
Leingi ávegis
Sparikassastjórin sigur, at endamálið við Set er á vinnuligum grundarlagi at seta váðafúsan íbirtingarpenin í verkætlanir/hugskot, sum hava góðar møguleikar fyri einum munandi búskaparligurm avkasti.
Felagið hevur verið leingi ávegis. Tosað hevur verið um at stovna tað í eini tvey ár, men tað er vorðið útsett av ymsum orsøkum.
Í nevndini hjá felagnum sita Jákup Magnussen, formaður. Hann er 50 ár og útbúgvin sivilverkfrøðingur, stjóri og stonvari av fyritøkuni Nomatek, ið framleiðir útgerð úr rustfríum stáli. Marita Rasmussen. Marita Rasmussen er 35 ára gomul, útbúgvin fiskivinnufrøðingur og starvast sum sølu- og marknaðarleiðari í alifyritøkuni Fútakletti. Heini Zachariassen er tann seinasti í nevndini. Hann er 30 ára gamal, er útbúgvin siviløkonomur, og vørustjóri í antivirusfyritøkuni Bullguard Ltd. í Danmark. Við hesum nevndarlimum verður ikki ivast í, at felagið kann liva upp til viðtøkurnar fyri Set. Stjóri í Set er Símun Hammer, og felagið fer at halda til inni í Saltangará.
At enda kann nevnast, at sjálvt navnið hjá felagnum er komið av millum annað »set-eplum« og at »seta við«. Eisini hava ensku orðini »Seed Capital« nakað við føroyska navnið at gera. Búmerkið hjá íbirtarafelagnum er ein hagasólja. Um blást verður á hana, so verða fræini spjadd runt allastaðni, har møguleiki er fyri nýggjum lívi.