Nú Team Rynkeby Føroyar nærkast málinum, hevur Tróndur Arge fingið orð á Elmar Ósá, súkklara og barnalækna.
- Eg havi arbeitt við børnum í eini 10-12 ár, og havi kent nógv børn við krabbameini, og tíanverri nógv børn við krabbameini, sum ikki eru her longur. Hesar seinastu 80 kilometrarnar eru nógvar myndir komnar fram fyri meg, av børnum, sum eg vildi ynskt kundu uppliva hetta her og at vit kundu gjørt tað saman. So tað hevur verið øgiliga kensluborin dagur fyri meg í dag. Og tað verður tað allarhelst eisini, tá eg síggi míni egnu børn.
Hoyr samrøðuna við Elmar Ósa við at trýsta á pílin undir myndini.