Hugsi hvønn dag um sjálvmorð

- Eg vil ikki liva. Eg hugsi um at gera sjálvmorð hvønn dag. Og eg eri ørg inná øll tey, sum sótu á síðulinjuni og eygleiddu meg, men ongantíð hjálptu mær. Eingin vildi traðka til, sjálvt um tey vistu hvussu mítt lív var. Hesi orðini eigur 27 ára gamla Beinta Jacobsen, sum flest okkara kenna sum Victoria Wild. Søgan um hennara lív fer helst at skelka tey flestu av okkum.

- Eg veit ikki, hvar eg skal byrja. Alt mítt lív hevur verið torturur.

Hesi vóru fyrstu orðini hjá vøkru Beintu Jacobsen, tá vit hittust til eitt prát á einari hugnaligari kafe í hjartanum av Keypmannahavn.

Vit hava øll sæð og hoyrt nógv til stripparan Victoriu Wild, og stundum hava vit sæð bitar av særdu Beintu Jacobsen, sum er fødd og uppvaksin í Føroyum.

- Victoria Wild hevur altíð verið til. Hon kom fram, tá eg hevði mest tørv á henni, sigur Beinta Jacobsen.

Størsta partin av hennara lívi hevur Beinta Jacobsen livað eitt dupult lív. Særda og myrka lívið sum Beinta Jacobsen og villa og fría lívið sum Victoria Wild.


Torturur á øllum frontum

Tá ið Beinta Jacobsen var seks ára gomul, fóru mamma og pápi hennara hvør til sítt. Nøkur ár seinni fekk mamman ein nýggjan mann. Og brádliga gjørdist lívið hjá Beintu eitt livandi helviti.

- Hann hataði meg frá fyrsta degi. Hann niðurgjørdi meg hvønn dag, og fekk tað inngrógvið í mær, at eg einki eri verd, sigur Beinta.

Bert 10 ára gomul fekk Beinta ferð eftir ferð at vita, at hon bert var til ampa.

- Eg slapp til dømis ikki at koyra í sama bili sum mamma mín, tí sjeikurin hjá henni helt, eg var ov vemmilig, greiður Beinta frá.

Í mong ár var hesin maður einasti pápafigurur í lívinum hjá Beintu. Men hon hevur ongantíð sæð hann sum ein pápa.

- Eg visti ongantíð, hvat eg kom heim til. Var hann fullur? Fór hann at niðurgera meg? ella kanska okkurt heilt annað, greiður Beinta frá.

So byrjaði misbrúki

Meðan alt hetta stóð uppá, var Beinta nógv úti. Henni dámdi illa at fara heim, men brádliga gjørdist heimið hennara einasti møguleiki.

- Frá tí eg var 10 ára gomul bleiv eg misbrúkt av einum manni tætt at familjuni. Eg var altíð hjá teimum, tað var mítt seinna heim. Men so fór hann at misbrúka meg, og eg kundi heldur ikki verða har longur, sigur Beinta.

Hesa tíðina fóru hon at hugsa um ein útveg– sjálvmorð. Sum bert 10 ára gomul byrjaðu tankarnir at gera um seg, og freistingin at taka sítt egna lív gjørdist øgilig. Sum 20 ára gomul gjørdi Beinta av at lova tankanum framat.

- Eg tók allan hjartaheilivágin hjá mammu og rann síðani avstað. Men løgreglan fekk fatur á mær og koyrdi meg á Landssjúkrahúsið, greiður Beinta frá.

Síðani tá hava tankarnir ongantíð lagt seg. Hon hugsar hvønn dag um at taka sítt egna lív.

- Eg fari altíð at hugsa tað. Eg skilji ikki ,hví vit eru til. Í mínum eygum er lívið spill av tíð. Men eg fari kortini ikki at gera tað. Eg eri alt ov viljasterk, greiður Beinta frá.


Samfelagið sveik

Við einum slíkum barndómi gerast sárini ólekilig og seta síni stóru spor í restina av lívinum.

Tá ið Beinta var 16 ára gomul fekk hon sín fyrsta sjeik, og tá komu avleiðingarnar av misbrúkinum til sjóndar.

- Tað gekk upp fyri mær, hvat eg í veruleikanum hevði verið í gjøgnum. Eg kláraði ikki at hava sex við sjeikinum, tí eg brádliga fekk tankar um, hvat brotsmaðurin gjørdi við meg, sigur Beinta.

Og tvey ár seinni valdi Beinta at lata hamarin falla. Maðurin skuldi fáa eitt stempul sum misbrúkari.

- Hann fekk tvey børn, og tá tey byrjaðu at nærkast tí aldrinum, sum eg var í, tá ið hann misbrúkti meg, so kláraði eg ikki at tiga longur. Sonur og dóttur hansara skuldu ikki hava somu viðferð sum eg. So eg valdi at melda tað, sigur Beinta.

Tvey ára treytaðan dóm var tað, sum brotsmaðurin fekk frá Føroya rætti.

- Eg haldi, tað er ótrúliga langt úti, at hann ikki fekk harðari dóm enn tað. Hann var við til at oyðileggja mítt lív, men tað hevði Føroya Rættur týðiliga onga samkenslu við, sigur Beinta.

Tá ið sannleikin kom fram, og Beinta leitaði sær til løgregluna við málinum, varð hon eisini send til kommunulækna fyri at fáa staðfest, um tørvur var á sálarligari hjálp.

- Tú sært út til at hava tað fínt. Tað segði hon við meg! Eg slapp ikki til sálarfrøðing, hóast eg hevði greitt frá, hvussu mín barndómur hevði verið, sigur Beinta.

Barnaverndin vendi blinda eyga til

Í okkara lítla samfelag er neyvan nógv, sum fer framvið, uttan at onkur kennir okkurt til tað. Eisini ógvusligi barndómurin hjá Beintu Jacobsen var lagdur til merkis av grannum og øðrum tætt at henni. Ein dagin kom barnaverndin á vitjan. Barnaverndin hevði frætt, at okkurt var ikki, sum tað skuldi í heiminum hjá Beintu.

- Tey komu inn og fingu at vita, at alt var fínt. So fóru tey stillisliga út aftur. Eingin spurdi meg, hvussu eg hevði tað. Tað vóru so nógv fólk, sum vistu hvussu mítt lív var, men eingin hjálpti mær, sigur Beinta.

Hóast ein ikki kann siga frammanundan, hvussu eitt lív á barnaheiminum hevði verið, so er hetta kortini ein møguleiki, sum Beinta ynskti sær.

- Eg eri ótrúliga ørg um, at eingin hjálpti mær. Eg føli tað so, at eg havi fingið dupulta revsing. Fyrst ein ringan barndóm og so eitt lív merkt av ógvusligum avleiðingum – tí eingin vildi hjálpa mær, sigur Beinta.

Fortíðin spøkir enn

Við øllum tí, sum Beinta hevur verið ígjøgnum, er hon mest ørg inn á sjeikin hjá mammuni, sum brúkti so mong ár at siga frá, at hon einki var verd. Og eins og tað er við lygnini, gjørdust hesi orð brádliga tann ævigi sannleikin.

- Eg rýmdi av landinum í nøkur ár, tá eg hevði tað heilt ringt. Eg brúkti tvey ár niðri, har eg skar meg sjálva, bukaði meg sjálva og sat undir ísakøldum vatni í tímavís, tí eg hataði meg sjálva. Eg hataði meg so nógv, at eg skuldi revsa meg sjálva alla tíð, greiður Beinta frá.

Eisini í dag fylgir fortíðin Beintu Jacobsen, sum nú býr í Danmark.

- Tað er so nógv, sum er øðrvísi við mær. Eg fái til dømis vemmiligar dreymar, har eg síggi meg sjálva drepa onkran. Eg klári næstan heldur ikki at lata postkassan upp, tí eg veit ongantíð hvat eg kann vænta, sigur hon.

- Eg veit væl, tað er forstýrað. Og eg havi lisið nógv um sálarfrøði, tí eg vil vita, hvussu eg skal handfara mínar tankar. Eg eri eisini bevíst um, hví eg fái slíkar tankar, men eg megni ikki at sleppa mær av við teir, sigur Beinta, sum ásannar, at tankarnir fara altíð at fylgja henni.

Viljasterk sum fá

Í dag livur Beinta eitt so normalt lív, sum til ber. Men Victoria Wild sleppur at liva, sum henni lystir.

- Eg elski fantasiheimin hjá Victoriu Wild. Eg veit væl, at míni mørk ikki eru sum hjá øðrum, og tað er eisini tí, eg eri strippari. Men eg elski tað, staðfestir Beinta.

Beinta lesur til marknaðarføringsøkonom og er frammanundan útbúgvin hjá Matas.

- Beinta livur eitt róligt og friðarligt lív, men Victoria kemur fram um vikuskiftini, sigur Beinta smílandi.

Síðani nógv umrødda sendingin um Victoriu Wild varð víst í KVF, hava nógvar ungar gentur vent sær til Beintu við vón um góð ráð.

- Tað eru so nógvar kvinnur, sum hava tað sum eg, og liva við somu trupulleikum. Míni ráð til tær kvinnurnar er at melda brotsmannin sum skjótast fyri at steðga slíkum og lær teg eitt sindur um sálarfrøði, so tú kanst handfara tínar trupulleikar. Soleiðis eri eg komin víðari, sigur Beinta.

Hon hevur fingið hjálp frá fleiri ymiskum sálarfrøðingum og gongur nú til kognitiva sálarviðgerð, sum er ein bólkaviðgerð, har kvinnur í líknandi støðum kunnu spegla sær í hvørjum øðrum.

- Hevur tú havt ein ringan barndóm, so er mítt besta ráð, at tú leitar tær hjálp frá einum sálarfrøðingi. Tað hjálpir, sigur Beinta Jacobsen.

Hon staðfestir, at tað ikki er synd í henni. Hon heldur hinvegin, at hon hevur megnað at funnið frið við misbrúkinum og vánaliga barndóminum, men at hon framyvir fegin vil hjálpa øllum í slíkum støðum, um tað ber til.

- Eg royni at liva mítt lív, sum frægast. Men eg fari altíð at bera arrini av barndóminum við mær. Men eg havi lært meg at liva við tí og havi nú eitt frálíkt lív, sigur Beinta Jacobsen.