Ítróttarklumman
Skulu vit halda oyggjaleikir? So mugu vit gera eina rennibreyt, og tá toftamenn vilja, so lat teir gera hana.
Altjóða fótbóltsdystir? Tað vildu toftamenn fegnir eisini standa fyri, so vit sluppu frá at hugsa um restina. Og tá Havnin so eisini vildi upp í part, fingu vit tveir grasvøllir.
Vit vilja hava umstøður til ítrótt. Størsta kommunan í landinum hevur seinnu árini lagt stórar upphæddir í útbygging av ítróttarfasilitetum, men eins og tey bæði nevndu dømini, so er talan aftur um hovsa-loysnir. Fimleikahallir verða nú bygdar. Rennibreyt er gjørd og Badminton-høllin er keypt. Ein venjingarhøll varð mest sum spard eftir reyv í Hoyvík, har fólk royndu at stúgva seg inn til fyrsta meistaraheitið hjá H71, og nú skal ein lappaloysn gerast í høllini á Hálsi, sum hóast mest sum alt verður gjørt av nýggjum, framvegis ikki kemur at standa altjóða mát.
Alt gott um, at Tórshavnar Kommuna roynir at betra um útboðið av fasilitetum til sínar borgarar, men í nógvar mátar verður hetta ikki meira enn næstbest. Fyrst og fremst tí talan støðugt er um at betra og útbyggja verandi fasilitetir, heldur enn at hugsa av nýggjum – og at hugsa stórt.
Samstunds frættist úr Vági, at har hava tey – skilliga – mist vónina um, at land ella kommuna nakran tíð ger álvara av tosinum um 50 metra hyl, og tí verður nú farið undir eitt projekt, har tey fyri fimm milliónir kunnu skapa ein venjingarhyl til fremsta svimjara okkara.
Men fimm milliónir eru altso óluksáliga nógvir pengar at brúka til ein einstakan ítróttarmann – eisini hóast onnur vónandi fáa gleði av hylinum.
Tað er neyðugt, at land og kommunur saman við ÍSF kanna eftir, hvussu vit best møguliga kunnu skapa eitt verulig ítróttarumhvørvi fyri fremstu ítróttarfólk okkara. Beint nú hava vit ein framúr svimjara, men hvat so við degnum, tá vit hava ein framúr curling-spælara? Skulu vit tá byggja eina heila breyt júst til tann persónin?
Sjálvandi eiga stórir ítróttardeplar at byggjast kring landið. Fyrst og fremst í Havn, har størsti parturin av fólkinum býr. Seinastu 6-8 árini eru ovurstórar millióinaupphæddir nýttar at betra og lappa um verandi anlegg, heldur enn at hugsa nýtt. Tað, sum er nýtt higartil, hevði helst munað heilt væl í einum ordiligum projekti, har allur Gundadalur – frá Svimji- til Badmintonhøllina – varð gjørdur til eitt kompleks við 50 metra hyli, fitness-depli, altjóða ítróttarhøll – you name it. Tá kundu vit skapt eitt veruligt elitumiljø, har fremstu ítróttarfólk okkara kundu ment seg og samstundis drigið onnur við sær.
Og tað er hvørki ein sjálvboðin uppgáva ella ein kommuna uppgáva. Talan er um landsuppgávu, sum myndugleikarnir mugu fáa eyguni upp fyri. Alt tos um politikk innan úrvals-ítrótt eru bara tóm orð, so leingi sum karmar ikki verða skaptir til hetta.