Nú eru ráð fyri, hvussu tú sleppur undan at vera ótrúgv/ur? Nú jólaborðhaldini eru um okkum, er oftast ein kenning uppi í leikinum, og við kenningini verður lættari at fara yvir um moralsku mørkini. Vit kenna tað øll og vita væl av tí, tá starvsfelagin fer inn á vesið við einari aðrari kvinnu ella øðrum manni enn tí, ið ansar eftir børnunum heima við hús. MEN! Nú eru ráð fyri, hvussu ein sleppur undan at vera ótrúgvur. Tidens Kvinder og sexologurin Karen Sveistrup hava nú funnið eitt alternativ til hugvekjandi ótrúgvskapin.
Hvar gongur markið?
Er ein ótrúgvur, tá ein flirtar gjøgnum sms? Skulu varrarnar møtast, áðrenn talan er um svik? Ella er ein fyrst farin yvir um markið, tá ein hevur sex við ein annan ella við einari aðrari enn makanum? Fyrst og fremst er týdningarmikið at tosa við makan um, hvar markið í tykkara forhold liggur, sigur Karen Sveistrup. Tað er týdningarmikið at vita, undir hvørjum kørmum ein kann flyta seg uttan ringari samvitsku.
Skift umhvørvið út
Keðir tú teg í tínum forholdi, og er sexlívið farið á eitt passivt støði, so kann tað hjálpa at skifta órudduliga køkin og barnaleikurnar í sovikamarinum út við eitt longt vikuskifti - einsamøll ella kanska við øðrum vinfólkapørum.
Trýkant? Opið forhold?
Swingaraklubbar hava verið kjakevni millum fólk og føroyskar fjølmiðlar, men tað noyðist kanska ikki bara at vera prát. Tað er møguligt at finna ein fastan sexmaka, tit bæði tvey kenna tykkum tryggan við. Á hendan hátt verður møguligt at royna kynsligu