Hugsar landspolitikarin landspolitiskt

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður í Norðoyggjum

Tað verða ikki fiskavirkini og fiskiloyvini, sum einsamøll fáa yngra ættarliðið út á økini eftir loknað útbúgving.

Seinastu tíðina hevur nógv tíð verið brúkt í kjakinum um Føroyar skulu gerast eitt valdømi, tí so verður arbeitt landspolitiskt og ikki sum nú, at “økini uttan fyri høvuðs-
staðin bara krevja”, som tíðum verður tikið til. Tað skal verða meiri friður á økinum.
Nú skal fiskivinnulóggávan broytast, soleiðis, at eingin skal eiga meira enn 20% av einum vinnuubólki ella fiskidøgum, tí vinnan tykist ganga ov væl og vit hava í so sterkar fyritøkur. Hóast hesa hugsan, so eru ikki meiri enn stívliga 10 ár gingin síðani, landskassin og privatir persónar í felag mistu upp ímóti einari milliard krónur í eini vandafullari vinnu. So eg ivist stórliga, um henda lógarbroytingin er klók. Eg meini ikki!
Hetta eru bert tvey dømi um, at tað sum í høvuðsheitum virkar ynskist broytt.

Fæst valla at virka betri
Valskipanin virkar væl sum er, og vit skulu minnast til, at í eini valskipan er ikki millimeturrættvísi tað snýr seg um, men eitt yvirorðnað “rættvísi” sum ger, at fleiri dimensjónir verða tiknar við. Tað haldi eg teir serkønu eru samdir um.
Fiskivinnulóggávan virkar væl, hon fæst valla at virka betur, hon kann virka øðrvísið men ikki sum heild betur, uttan at øvundin kanska verður meiri mettað hjá ávísum pørtum. Eftir nýggju lógarbroytingunum eru øll tekin til, at tað fer at virka verri, umsitingin gerst tyngri m.a. tí eftirlitið verður styrkt, alt gerst tyngri hjá vinnuni, harvið fiskimanninum og dynamikkurin økist avgjørt ikki. Tí kann spurningurin setast, um ikki verður nøgdsemi fyrrenn vit hava ein lutvísan politistat.
Politikarin uttanfyri miðstaðarøkið skal vita, at alt hetta er við fyri at sáa meiri split í, fyri at fáa tað sum gongur at steðgað upp, at økja miðsavningina við størri umsiting.

Privatvirki og umsitingar eiga at fylgjast
Ein høvuðsstaðarpolitikari hugsar ikki landspolitiskt og politikarar uttanfyri miðstaðarøkið hava enn ómetaliga sjáldan, kunnað verið samdur um nakað veruligt.
Tað hevur alt ov leingi verið sannleikin, at bara eitt øki fær eitt flakavirki ella nøkur fiskiloyvi, so verður framburður langt inn í framtíðina. Hetta er hvørvusjón.
Vit mugu semjast um, at økini úti um í landinum, gerast sterkari, størri og leggjast meiri saman. Tað kann hvørki politikari í høvuðsstaðnum ella uttanfyri høvuðsstaðin verða ósamdur um, og tað má gerast nú.
Síðani verða spakuliga umsitingarligar eindir bygdar upp, tí sum sagt, at tað verður svangligt hjá yngra ættarliðinum at koma aftur til økið eftir lokna útbúgving, um ikki umsitingarligu eindirnar fylgja við út á økini.
Tað er nú tíð uppá, at vit bæði politikarar umboðandi høvuðsstaðin og uttanfyri fara at hugsa landspolitiskt og taka veruleikan í álvara.
(Fjórða grein av í fimm um sama evnið)
HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com
HYPERLINK "mailto:keldu@post.olivant.fo" keldu@post.olivant.fo