Hugsar ikki um Zlatan

Føroyski liðskiparin, Fróði Benjaminsen, hevur onga ætlan um at enda í hornatøkum við Zlatan Ibrahimovic aftur hesaferð.

 

Fyri hansara viðkomandi, so er støðan í hálvleikinum, tá hann og Zlatan nærmast fóru til hendurs ein farin tíð og tí verður einki ilt millum teir, tá liðskiparnir báðir skulu taka í hondina á hvørjum øðrum.

 

- Tað verður sum við øllum øðrum. Einki óvnaligt. Tann dysturin er farin og nú verður ein nýggjur dystur, sigur Fróði Benjaminsen, sum byrjar inn á miðvøllinum í morgin.

 

Hoyr samrøðuna við Fróða Benjaminsen undir greinini.