Hugsar ikki um FIFA styrkilistan

Tað verður ikki við FIFA styrkilistanum í huga, at Lars Olsen setur liðið

Venjingardysturin í morgin móti Malta er ein FIFA skrásettur landsdystur. Tað merkir, at úrslitið hevur ávirkan á støðuna hjá føroyska landsliðnum á FIFA styrkilistanum, sum aftur hevur ávirkan á hvussu føroyska liðið verður styrkismett í lutakastinum til HM og EM undankappingar.

 

Lars Olsen ynskir tó ikki at hugsa so nógv um FIFA styrkilistan í hesum sambandi. Venjingardysturin skal nýtast til at royna nøkur ting, sum hann vanliga ikki fær høvið til. Tí kemur úrslitið ikki at hava ávirkan á hvussu hann skiftur út og inn.

 

-       Eg hugsi ikki um FIFA styrkilistan. Um eg haldi at ein spælara skal á vøllin, so verður tað ikki úrslitið, sum avgerð um eg velji at skifta hann inn ella ikki, sigur Lars Olsen og leggur afturat.

 

-       Vit fara at royna nakað nýtt. Hetta er ein møguleiki at flyta eitt sindur runt og vita hvat riggar, men vit spæla fyri at vinna dystin, sigur Lars Olsen avgjørdur á málinum.

 

Umframt at pláss helst verður fyri fleiri nýggjum andlitum á vøllinum, so verður spæliskipanin eisini broytt til 4-4-2. Liðið hevur bara spælt eina blanding av 4-5-1 og 4-2-3-1 undir Lars Olsen.

 

Landsliðsvenjarin hevur longu boðað frá, at føroyska landsliðið kemur fyri fyrstu ferð undir Lars Olsen, at byrja við tveimum framherjum inni. Páll Klettskarð (KÍ) og Klæmint Olsen (NSÍ) byrja inni í álopinum, meðan Pól Jóhannus Justinussen byrjar í miðverjuni. Christian R. Mouritsen og Daniel Udsen spæla á vonginum.

 

Føroyar nummar 175 á FIFA styrkilistanum, meðan Malta er nummar 140. Sjálvt um Føroyar skuldi vunnið dystin, so yvirhála teir ikki Malta, sum hevur 192 stig, meðan Føroyar bara hevur 81 stig á FIFA styrkilistanum.