Hugsar ikki um ferðslu

Útsýnið eftir vegnum er hampiliga gott, og løgreglan ger ikki so sjáldan ferðmátingar á hesum vegastrekki

FERÐSLA

Rættiliga nógv bilaferðsla gongur eftir vegnum niðanfyri bygdina á Skipanesi og bygdina Undir Gøtueiði, men Regin Joensen, sum er uppvaksin Undir Gøtueiði, og nú er komin til pensjónsaldur, sigur, at hann hugsar ikki so nógv um ferðsluna.
- Her hevur altíð verið nógv bilaferðsla, men eg hugsi ikki um hetta til dagligt. Soleiðis hevur tað altíð verið her, síðan bilarnir fóru at koyra, men við Norðoyartunlinum er ferðslan økt.
Regin heldur annars, at ferðslan í økinum sum heild hevur gingið væl, og hann sigur seg ikki minnast, at nakrir serligir trupulleikar hava verið á hesum vegastrekki.
Hann leggur aftrat, at útsýnið eftir vegnum er hampiliga gott, eins og løgreglan ikki so sjáldan ger ferðmátingar.

Nýggj niðankoyring
Tá Eiðisbrekka, sum gongur niðan til tey ovastu húsini í bygdini, varð gjørd fyri kanska 20 árum síðan, vórðu eini sethús, sum stóðu fyri vegagerðini, tikin niður.
- Eg haldi, at hesi húsini vórðu bygd undir seinna kríggi ella har um leið. Tá tey, sum áttu húsini, ikki kundu fáa byggiloyvi Undir Gøtueiði, bygdu tey sær í staðin hús úti á Skipanesi.
Regin Joensen sigur, at nú er nýggj niðankoyring gjørd til húsini við Eiðisbrekku, soleiðis at bilarnir tryggari sleppa oman á høvuðsvegin – og nýggja niðankoyringin byrjar nú í økinum hjá Runavíkar kommunu.
- So, her er rættiliga tætt millum húsini Undir Gøtueiði, sum hoyra til Eysturkommunu og tey, sum hoyra til Runavíkar kommunu, sigur hann.
Nýggja niðankoyringin til Eiðisbrekku ger tað eisini tryggari og betri hjá teimum, sum búgva í brekkuni, at sleppa oman og niðan aftur í hálku.