19 ára gamli Ári Mohr Jónsson hevur úr at gera fyri tíðina. Fríggjadagin spældi hann sín fysta landsdyst, meðan próvtøkur upptaka gerandisdagin.
Portalurin hitt unga Silkeborg spælaran til landsliðsvenjing í gjár. Ári spældi allan dystin á vinstra bakki móti Írlandi.
Ári fortelur um upplivilsi at spæla móti Premier League spælarum og hvat donsku liðfelagirnir í Silkeborg Collage halda um møguleikan hjá Ára at sleppa at spæla móti stórum stjørnum kring Evropa.
Til ber at hoyra samrøðuna undir greinini.