Blaðstjórin á Dimmalætting tekur á ongan hátt undir við metingum mentamálaráðharrans at menna góðskuna í føroyska blaðheiminum.
- Vit hava einfalt ov nógv brúk fyri inntøkunum til aftur at kunna skerja útgávutalið á blaðnum, eru fyrstu viðmerkingarnar hjá Inga Samuelsen á Dimmalætting. Hann leggur afturat, at um útgávutalið verður skert, má medarbeiðaramanningin skerjast samsvarandi, og tískil hevði góðskan verið tann sama, meðan færri bløð komu út.
- Um mentamálaráðharrin vil menna blaðheimin, má hann finna betri grundgevingar og hugskot, heldur Ingi Samuelsen.
Hann vísir á, at einstaki journalisturin sjálvsagt hevði havt betri stundir at gera sær ómak, men tilfarið í blaðnum hevði hinvegin verið munandi minni, og hetta hevði hvørki verið áhugavert fyri keypara ella lýsara.