Í stuttum snýr mótmælið seg um, at eg – í mínum mest náttúrliga og grundleggjandi eginleika sum privatpersónur og skattaborgari í Føroyum – havi brúkt mín grundlógartryggjaða rætt til at hava eina hugsan um nøkur týðandi samfelagsviðurskifti.
Hvat er tað so, eg havi loyvt mær at hugsa?
Eg havi sett mína undirskrift undir, at eg eri ímóti, at "alt ríkidømi (les fíggjarlóg) verður brúkt upp á at bora hol". Eg eri pápi at tveimum deiligum dreingjum, og eg ynski, at teir skulu fáa bestu útbúgvingina, sum til ber. Tað sama munnu øll onnur foreldur í Føroyum ynskja. Seinasta PISA-úrslitið gjørdi meg sera vónbrotnan, og eg haldi, sum borgari, at politikararnir raðfesta ikki útbúgving líka høgt sum samferðslukervið.
Sjálvandi skal samferðslukervið mennast, tí annars høvdu Føroyar ikki havt ta menning, tær hava havt. Men vit mugu prioritera útbúgving og heilsu. Annars støðast fólk ikki í Føroyum, og fólkatalið økist ikki, sum er okkara mál. Hetta rokni eg við, at vit øll kunnu vera samd um.
Sum privatpersónur, hvørki mótarbeiði ella eri eg ímóti, at ein Sandoyartunnil verður bygdur. At yvirskriftin á Portalinum sigur øðrvísi, má standa fyri teirra rokning (fjølmiðlamanipulatión). Mótmælisskrivið, sum eg lesi tað, nevnir onki um nakran Sandoyartunnil.
Mín hugsan sum privatpersónur, pápi og skattaborgari hevur onki at gera við mítt starv sum nevndarlimur í Norðoyatunlinum.
Tit, sum gjøgnum politisku flokkarnar eru partur av demokratisku skipanini, eiga at virða, at allir borgarar í hesum landi eru fevndir av grein 77 í Grundlógini. Henda grein tryggjar okkum øllum tali-, skrivi- og hugsanarfrælsi, og hon er høvuðsgrundarlagið undir demokratisku skipanini.
---------------------------
Viðmerking
Tá Bjarni Askham Bjarnason kallar tað fjølmiðlamanipulatión, at vit á Portalinum skrivaðu: ”Tunnilsformaður fyrstur at mótmæla Sandoyartunli”, so er tað ikki rætt. Bjarni Askham Bjarnason kann væl hava skrivað undir, tí hann er ímóti raðfestingunum hjá Løgtinginum, og tað hevur hann sjálvandi fullan rætt til. Men tað skert ikki burt, at mótmælisskrivið, nevnt ”Ørvitistunlar” við tilvísing til lógaruppskotið um Sandoyartunnilin, er eitt mótmæli móti Sandoyartunlinum. Til ber at lesa mótmælið og undirskrivtirnar á www.gopetition.com/online/15622.html
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri