Føroyska landsliðið vann fyrr í kvøld sítt fyrsta stig nakrantíð í eini HM undankapping, tá tær spældu 1-1 javnleik móti Bosnia Herzogovina. Føroyska málið skoraði Eyðvør Klakstein áleið tíggju minuttir fyri tíð.
Hoyr samrøðuna við Eyðvør Klakstein við at trýsta á pílin undir myndini
- Verja hjá teimum fær ikki bóltin vekk og so endar hann hjá mær. Eg standi so mikið væl fyri, at tað einasta eg hugsaði var at skjóta upp á mál, sigur fegni málskjútti, Eyðvør Klakstein.
Les eisini: (Samrøða) Rannvá B. Andreasen
Bólturin fór í tvørstongina og í mál. Enn eitt avbera flott mál hjá føroysku landsliðskvinnunum á Tórsvølli. Heidi Sevdal skoraði eisini eitt framúr flott mál móti Skotlandi í fjør.
Les eisini: Eyðvør gjørdi bart
Bosnia Herzogovina koma á odda í fyrra hálvleiki. Her vóru gestirnir eisini omaná leikliga, men við innskiftingum av millum annað Eyðvør Klakstein byrjaði føroyska liðið av álvara at bíta frá sær.