Verjuspælarin, Sebastian Prödl, segði, at hann og liðfelagarnir sjálvandi eru serstakliga vónbrotnir um úrslitið á Tórsvølli. – Sjálvandi eru vit tað. Tvey mál vórðu kolldømd, men vit mugu eisini hugsa um hinar møguleikarnar, sum vit ikki gagnnýttu. Vit vistu, at hetta kravdi tol, men tað høvdu vit ikki. Nú er setningurin so at gera tað betri mikudagin, tá vit spæla móti Serbia.