Barnaverndarstovan ger vart við umstøðurnar hjá børnum, ið hava trupulleikar við hús, nú koronasmittan ger, at nógv ikki fara út um dyr.
– Sóttarhald og tað, at vit øll eru meira heima, kann verða serliga avbjóðandi hjá børnum, sum frammanundan hava tað trupult heima.
Somuleiðis eru flestu kommunurnar í Føroyum farnar at gera vart við barnaverndartænastur sínar, nú skúlar og dagstovnar fyri tað mesta hava havt afturlatið í tvær vikur.
Barnaverndarstovan vísir á, at tað er neyðugt at boða barnaverndartænastunum frá, um tørvur er á bráfeingis hjálp til børn, ið eru fyri umsorganarsviki, harðskapi ella ágangi.
Barnaverndarstovan ger eisini greitt, at barnaverndartænasturnar kring landið eru framvegis tøkar alt døgnið til bæði ráðgeving og hjálp, og vakttelefon er alt samdøgnið til bráðfeingis støður.
– Ert tú stúrin um umstøðurnar hjá einum barni, uttan at talan er um eina bráðfeingis støðu, eigur tú at fráboða avvarðandi barnaverndartænastu, sigur barnaverndarstovan.