Føroya Banki er ein av sterkastu bankum í danska ríkinum, men hann hevur kortini valt at søkja um lán úr sonevnda Bankapakka 2. Pengarnir skulu møguliga brúkast til at keypa danskan banka fyri, sigur stjórin Komandi íløgur uttanfyri landoddarnar, er orsøkin til, at Føroya Banki hevur gjørt av at søkja um eina kapital-innspræning gjøgnum Bankapakka 2 hjá donsku stjórnini upp á 212 milliónir krónur.
Janus Petersen sigur við Rás2, at Føroya Banki ikki hevur tørv á hesum pengum til tað virksemi, sum bankin hevur innanlands, men skal bankin veksa uttanlands, kann verða neyðugt við meiri pengum, og tá interbank-marknaðurin er sum hann er - tað vil siga eitt sindur trekur í løtuni - er bankapakki 2 ein kærkomin møguleiki fyri fígging av møguligum keypi í utlandinum
-Vit miðja eftir at gera íløgur í útlendskt virksemi, sum líkist tí, sum kenna frá heimamarknaðinum - tað vil í høvuðsheitum siga útlán, innlán g eitt sindur av kapitalrøkt fyri fólk, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka við Rás2.