Hugsa um aðalskrivara

Á seinasta landsfundi hjá Javn­að­ar­flokk­inum kunn­gjørdi Jó­ann­es Eidesgaard, at flokk­ur­in fór at seta ein aðal­skriv­ara 1. januar í ár. Tá hann nevn­ir »aðalskrivara«, so hava vit hugs­að um tað, sum tey í øðrum londum kalla »spin­doktor«.

Jóannes Eidesgaard sig­ur, at tað var eisini mein­ing­in, men at tann per­són­ur­in, sum tal­an var um, leyp frá. Flokk­ur­in hev­ur tosað við ein­ar fimm per­són­ar um hetta starv­ið, men eingin hev­ur bit­ið á, tá til stykkis kom.

Tað er mikið áhugavert, at ein flokk­urin arbeiðir við slík­um ætl­an­um. Tí hetta er tað sum mangl­ar hjá flokk­u­num. Flokk­ar­nir í Før­oy­um ar­beiða sum glað­ir ama­tør­ar, lít­ið skil er á boð­skap­i­num, og sum heild duga pol­itisku um­boð­ini illa at stuðla hvørjum øðr­um, øll vilja hava eina mein­ing um alt - og skulu mark­era seg í øll­um málum.

Javnaðarflokkurin hev­ur tað fram um allar hinar flokk­ar­nar, at hann eigur nógv­ar mill­i­ón­ir á bók, tí flokk­ur­in seldi í 2006 Sosi­al­in fyri 10 milliónir krónur.

Tí kann nýggja leiðslan – um hon vil – seta fólk og spuna­smið­ir, og rætt­iliga ­gera seg gald­andi í nýggju miðlum á netinum sum Face­book, Twitter og ørðum, sum í hesum døgum eru við at fella fleiri arabiskar einaræðisharrar.

Eitt er vist, at svevur Javnað­ar­flokkurin víðari – og verð­ur tað barnsliga fjasið um Ger­hard Lognberg, sum skal seta dags­skránna, so er slagið longu tapt...
Nú er lagaliga løtan...