at pynt og litir hóska til tína persónligheit, hølini, møblarnar og árstíðina.
at løtan aftan á borðhaldið verður fylt við onkrum beinanvegin, so fólk ikki missa pippið. Til dømis at dansað verður frá borðinum, at barrin letur upp og/ella at kaffi verður serverað.
at hava eitt hugnaligt stað til tey, sum vilja sita og práta. Hjá summum er hæddarpunkið í veitsluni at seta seg aftur á við einum góðum cognac og einari stórari cigar.
at borð í longum røðum ikki altíð er tað hugnaligasta. Til ber eisini at dekka upp í smáum vøkrum eindum, sum ger borðhaldið meira intimt.
at hava onkran at vaska upp, at rudda borð og til annað praktiskt, so vertir og gestir fáa frið at hugna sær.
at hava nokk av gardarobuplássi.
at tað er ofta detaljurnar, sum telja. Hugna um allastaðni, so tað er pent longu tá fólk koma til portrið, í garðinum, í durinum, á vesinum og so framvegis.
at aðrastaðni stendur ”dresscode” ofta á innbjóðingini. Til dømis galla, summarsligt, avslappað, onkrir ávísir litir ella stíl.
Vanliga halda vit veitslur um kvøldið og út á náttina. Men tað er vorið alt vanligari at hava morgunmatarborð, brunch ella seinnapartsball, sum serliga hóska væl, har børn og gomul fólk eru við.