Trýrt tú, at verandi politiska leiðslan brádliga er før fyri at leiða okkum burtur úr stóru trupuleikunum, bara tí at val er fyri hondum?
Um hon hevur førleikan fyri tí, so er tað stór skomm, at vit ikki hava sæð tað gjøgnum farna valskeið.
Hildin fyri gjøldur
Hvussu kunnu somu fólk, sum hava gingið á odda fyri at skerja lestrarstuðulin, nú lova at hækka hann aftur? Er hetta ikki ein roynd at kasta torvmold í eyguni á tær, í vón um at tú ert býttur og dølskur?
Hvussu kunnu somu fólk, sum hava plágað óhjálpin, gomul og sjúk við hóttanum, um at bæði eitt og annað alneyðugt fór at verða tikið frá teimum, nú lova gull og grønar skógir? Er hetta sannførandi?
Hvat við Atlantic og ferðaseðlaprísunum?
Somu fólk, sum nú lova at koyra prísin niður við stuðli úr einum bløðandi landskassa, gingu á odda at einskilja Atlantic, hóast staðiliga ávaraði um, at prísurin á ferðaseðlum fór at hækka, um so varð gjørt.
Hvat við granskoðaramálinum ella makrelmálinum? Heldur tú, at har hevur verið arbeitt professionelt og trúverdugt?
Hvat hevur fylt almenna rúmið síðstu tíðina?
Jú, ímeðan land okkara er í svárum trupulleikum, verður politisk orka brúkt uppá eitt stríð um Iphones og telduútbúnað! Heldur tú, at hetta byggir land? Er hetta eini stjórn verdugt?
Er hetta ikki bara toppurin av ísfjallinum, sum avdúkar eina syndarliga støðu? Er tað ikki alneyðugt, at vaksið fólk kemur framat og fær ruddað upp?
Eg bjóði mær at rudda upp fyri teg! Og verði eg valdur, skalt tú onga løtu ivast í, at eg fari at arbeiða fyri títt og landsins besta – og ikki bara í valtíðum.
Set X við
Egin Markná
Listi H