Hugsa teg um á Café Natúr

- Føroya besta pub quiz hvørt mikukvøld.

 

Café Natúr bjóðar av!

Tit sum vita alt, tit sum halda tykkum vita alt og ikki minst tit heldigu, verið vælkomin til Pub Quiz hvørt mikukvøld í vetur. Og tit, sum bara vilja hugna tykkum í einum spennandi, avbjóðandi og hugnaligum umhvørvi eru eisini hjartaliga vælkomin. Men um tit hava ein

klókan vin, so tak hann við.

 

Tí góðir møguleikar eru at vinna. Café Natúr letur vinningar til tey trý klókastu borðini.

 

Tríggir torførir spurningar - fleiri super vinningar

Superrundan er eisini á skránni hvørt mikukvøld. Tá standa tríggir torførir spurningar og forða fyri einum lutaseðli til ein rættan býtúr á Café Natúr, har alt er goldið. Trekt verður fimtu hvørja viku millum tey, sum hava vunnið eina superrundu.

 

Men tey klóku hava fleiri møguleikar at vinna. Høvuðsvinningurin í Café Natúr Pub Quiz er ein rundtúrur á rutunetinum hjá Norrønu við øllum íroknaðum. Trekt verður millum øll tey borðini, sum hava vunnið eina superrundu.

 

Pub Quiz hvørt mikukvøld kl. 21 á Café Natúr.

Vertur er Johan I Kollafirði.