Hugsa sum ítróttarfólk til próvtøkuna

Tú skalt vísa alt tað, tú veitst, upp á stutta tíð og undir stórum trýsti . Pulsurin fer upp, og hendurnar eru sveittutar. Tú ert til próvtøku.

Men tað finnast góð ráð og einfaldar snildir, ið kunnu hjálpa í døgunum, tá tú fyrireikar teg, og ímeðan tú ert til próvtøku. Granskarar hava leingi arbeitt við at finna útav, hvussu við kunnu læra á besta hátt.

- Tey lesandi duga ov illa at fyrireika seg til sjálva løtuna, tey eru til próvtøku, sigur Arild Raaheim, ið er professari á Universitetinum í Bergen.

- Ofta brúka næmingarnir alt ov nógva tíð til at lesa uppá og gloyma at fyrireika seg til at skula sita yvirav læraranum og sensor og fortelja alt, tey vita, um eitt ávíst evni, sigur Raaheim.

Hann er bæði sálarfrøðingur og professari í námsfrøði og hevur í nógv ár arbeitt við innlæring. Hann heldur, at vit skulu hugsa júst eins og ítróttarfólk, um vit vilja klára okkum væl til próvtøkurnar.

- Ímynda tær, at ein ítróttarstjørna skuldi luttikið í eini kapping, og viðkomandi ikki hevði fyrireikað seg upp á at møta kappingarneytunum, ella hvussu kappingin fer at ganga. Tað er jú heilt óhugsandi, sigur Arild Raaheim.

Hansara ráð er tískil, at fólk, sum skulu til próvtøku, eisini skulu brúka tíð uppá at ímynda sær próvtøkuløtuna, og hvussu mann møguliga fer at reagera undir tí trýstinum, sum ofta er til eina próvtøku.

- Hvørjar kenslur fert tú møguliga at fáa, ímeðan tú ert inni í próvtøkuhølinum? Hvussu skalt tú takla tær kenslurnar? Um tú roknar við, at tú verður stressaður, kann tað verða ein stór hjálp at gera sær hesar tankarnar áðrenn sjálvan próvtøkudagin, sigur Raaheim.