- Kenslur og tankar kunnu broytast. Kroppurin reagerar skjótt upp á skifti millum tað negativa og positiva. Hugsa vit negativt, reagerar kroppurin negativt, segði Frank Johansen, kendur í donsku coach-bransjuni og vinnupsykologur á tiltakinum, sum FC Amager og Team Føroyar Business Club skipaði fyri hóskvøldið Frank Johansen tosaði á fundinum á Hotel Føroyum í breiðari merking um evnið ?Menning er menning av menniskjum?.
Hann er kendur í donsku coach-bransjuni gjøgnum mong ár og hevur drúgvar royndir sum vinnupsykologur. Frank hevur eisini verið ráðgevi hjá Toda Jónsson í tíðini, hann hevur verið professionellur fótbóltsleikari í Danmark.
- Tann mentali parturin av ítróttini er ein rættiliga undirmettur partur av tí heila, sigur Todi Jónsson.
Hann vísir á, at tá ið tú íðkar ítrótt, veitst tú skjótt, hvørjir eru góðir til tað mentala, sum tú hevur brúk fyri í tínum yrki ? og danska fótbóltsverðin er lutfalsliga lítil, sigur hann.
- Frank Johansen hevur havt nógv góð ítróttarfólk undir sínum veingjabreiði, og soleiðis eisini nógvar góðar golf-leikarar. Hann hevur eisini hjálpt nógvum vinnulívsleiðarum í sínum starvi sum vinnupsykologur. Tað, sum ræður um, er at brúka tankarnar rætt, sum hann tekur til.
Í áhugaverdum fyrilestri, sum fólk flest kundu fingið nakað burtur úr, vísti Frank á, at kenslur og tankar kunnu broytast ? og at kroppurin reagerar skjótt upp á skifti millum tað negativa og positiva. Hugsa vit negativt, reagerar kroppurin negativt.
- Negativir tankar føra til negativar kenslur ? og øvut. Kenslur ávirka okkara sálarstøðu. Tí er umráðandi, at vit læra at hugsa um viðurskiftini á rættan hátt.
Frank vísti á, at strongd er ein veksandi trupulleiki millum fólk í okkara parti av heiminum.
- Fólk, sum eru illa fyri kropsliga, fáa rímiliga góða viðgerð, men verri er við teimum, sum eru illa fyri sálarliga. Negativir tankar taka orkuna úr kroppinum.
Hann vísti á, at viðhvørt halda vit, at vit kanska gera ov nógv.
- Men vit gera ikki meira, enn vit kunnu - og viðhvørt gera vit meira, enn vit hildu, at vit kundu. Tað kann ikki vera rætt, at eitt gott fótbóltslið tapir, tí leikararnir ikki fáa tað at hanga saman í høvdinum, segði Frank Johansen.