Hugsa longri enn ár 2011, Helena?

HUXA er í móti uppskotinum um broytingarnar av lestrarstuðulsskipanini.

Tað tykist, sum ungdómurin er lætt offur, tá ið fíggjaruppskot verða løgd fyri tingið. Fyrr í ár gekk tað út yvir stuðulsupphæddina til hægri lesnað, og aftur hósdagin 7. oktober liggur uppskot fyri tingið, hvørs endamál er skerja íløgu í framtíð føroyinga.

Uppskot
Í fíggjaruppskotinum verður skotið upp, at lesipeningur til heimabúgvandi lækkar frá 2.200 kr. til 1.800 kr. um mánaðan, aldursmarkið til hægri lesandi hækkar til tjúgu ára aldurin, og ferðastuðulin uttanlands lækkar við 1.000 kr. (samstundis sum prísurin av flogferðaseðlum fer upp). Næmingar við arbeiði verða eisini revsaðir fyri hvørjar 1.000 kr., sum inntøkan fer upp um 10.000 kr. Við hesum uppskotinum sparir Landskassin níggju milliónir krónir.

Undranarsamt
Landsstýriskvinnan við mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ið umsitur lestrarpening, mótsigur sær sjálvari, tá ið hon sigur í Løgtingsmál nr. 25/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, at: best hugsandi íløgan í framtíðina, bæði fyri hin einstaka og fyri samfelagið alt, er, at so nógv sum møguligt fáa eina holla útbúgving, serliga sum støðan nú er við arbeiðsloysi. Tí eru játtanirnar til útbúgving raðfestar høgt.

Nei!
Við hesum samtykki tyngist útbúgvingarbyrðan, tí sjálvt um næmingarnir búgva heima, skal húsaleiga møguliga rindast. Haraftrat eru 1.800 kr. um mánaðin ikki nógv í heimsins dýrasta landi. Helena Dam á Neystabø ger eisini mismun á lesandi, tá ið aldursmarkið hækkar til tjúgu ár. Men sambært uppskotinum er: torført at meta um, hvar skerpaðu krøvini til lesandi undir 20 ár á miðnámsskúlunum geva í sparingum”. Er tað ikki ov vágafult at fara í holt við slíkt, tá ið tað er óvist, hvørjar avleiðingarnar verða? Er tað ikki ov vágafult at lækka lesipeningin, tá ið Føroyaland bløðir ungdóm? Nei, um útbúgvingar verða raðfestar í hesum landið, so er hátturin misskiltur, tí eins og við øllum íløgum, er tað ein spurningur um tíð. Vit mugu hugsa longri enn ár 2011, tá ið vit hava við útbúgvingar at gera.