Hugsa ikki um Paradise Hotel

Hvørki Nicolaj Køhlert ella Ida Amalie brúka tíð upp á Paradise Hotel, haðani hon annars er kend.

Nicolaj Køhlert fekk í gjár sínar fyrstu minuttir fyri NSÍ. Danski miðvallarleikarin hevur verið víða um á yrkisleið síni, m.a. tvey og eitt hálvt ár í Liverpool.


Konan hjá Nicolaj er Ida Amalie, sum er kend fyri at hava verið við í Paradise Hotel. Tað hugsa tey bæði tó ikki nógv um.


- Tað er ikki nakað hvørki eg ella Ida (Amalie, red.) brúka nakra tíð uppá. Vit vilja tosa um nútíð og framtíð heldur enn farna tíð, sigur Nicolaj við Sosialin í dag.


Spurninginum svarar hann í “fimm skjótir”, har hann eisini verður spurdur, hvørjum liði hann heldur við í Premier League – og tað er ikki Liverpool.


Eisini eru tvær heilar síður við drúgvari samrøðu við 23 ára gamla danan, har hann eitt nú greiðir frá umskiftinum at spæla við Liverpool og NSÍ.