Hóast teir í HB vistu, at FM-heitið kundi røkkast, um alt lagaði seg, so var tað ikki hetta, sum spælararnir hugsaðu um undan dystinum.
- Tað vistu vit sjálvandi av. Men vit eisini, at B36 eru øgiliga uppsettir upp á at spæla móti okkum, so høvdu bara tankarnar á hesum dystinum, segði Fróði Benjaminsen, sum als ikki vildi geva viðhald í, at teir leikliga vóru við undirlutan móti grannunum.
- Eg haldi ikki, at B36 skapti nakað sum helst. Teir spæla upp á kontra, meðan tað eru vit, sum skapa kjansirnar, so eg haldi ikki, at tað var nakað galið tann vegin.
Seinastu dystirnar hava tit snávað móti bæði Víkingi og B36. Eru tit farnir niður í gear, nú gullið er komið somikið nær?
- Tað kundi kanska sæð soleiðis út, men tað er so ikki tilvitað. Vit royna at hugsa um ein dyst í senn. Og mikukvøldið fara vit aftur á vøllin fyri at vinna, segði Fróði Benjaminsen eftir dystin.










