HB-B36
Jákup Mørk
Í Gundadali rógva teir stavn um stavn. HB og B36 eru jøvn í stigum, og sunnudagin bresta grannarnir saman í stríði um næstfremsta plássið.
Bæði høvuðsstaðarfeløgini hava møguleika í stigum at røkka sama stigatal sum EB/Streymur. Um tað skal eydnast, so er treytin, at oddaliðið einki stig fær burturúr tveimum teimum seinastu umførunum, og at havnarfeløgini fáa fulla úrtøku.
Sjálvandi ber tað ikki til hjá báðum havnarfeløgunum at fáa fult, tí tey hittast sunnudagin.
Í báðum feløgunum ljóðar frá, at venjingarnar hava verið tættar og intensar, og at lagið og sjálvsálitið er stórt.
HB hevur væl betri málmun enn B36 og EB/Streymur, og tí er framvegis møguleiki fyri, at HB við sigrum á B36 og EB/Streymi kann vinna FM.
- Men tað hugsa vit ikki um. Okkara fokus er á silvurkrónunum. Um tað, sum er óhugsandi, skuldi verið veruleiki, so verður tað kærkomin eykavinningur, sigur Rúni Nolsøe venjari í HB.
Heldur ikki í B36 hugsa teir um annað enn næstfremsta plássið.
- Tað kennist sum stór avbjóðing at spæla ímóti HB. Jákup á Borg er skaddur, og Odmar Færø er leikbannaður. Hinir eru tøkir – eisini Bergur Midjord, sum hevur verið skaddur, sigur Heðin Askham, venjari í B36.
Einasti HB spælarin, sum er skaddur, er Rasmus Nolsøe, sum hevur trupulleikar við øðrum knænum.