Mannakroppurin endurbyggir seg hvønn dag, og tí er tað sjálvsagt okkara uppgáva at veita honum bestu orkuna. Tað gera vit við at eta heilsugóðan kost og drekka nógv vatn. Heilsugóður kostur økir eisini um lívsgóðsku okkara og betrar um sálarheilsuna.
Vit hava ongantíð áður havt so stóra vitan um týdningin av sunnum kosti, góðari heilsu, rørslu og vælveru sum nú. Dagliga verða vit undirdíkt við harraboðum um, hvussu týdningarmikið tað er at eta sunnan kost. Gandaorðið vælvera er blivið barometur fyri, hvørt vit hava eitt gott og virkið lív.
Men samstundis økjast tilburðirnir av lívsstílssjúkum. Vælferðarsjúkur sum strongd, ovurfiti, ov høgt blóðtrýst, sukursjúka, hjarta- og æðrasjúkur eru vorðnar alt meira vanligar. Spurningurin er, hvussu fyribyrgja vit hesum lívsstílssjúkum.
Fyrsta stigið er, at gerast meira tilvitað um, hvat vit eta.
Steinaldarkroppur
Kroppurin er eitt fantastiskt amboð, sum vit skulu nýta og hava gleði av alt lívið. Tí er tað av størsta týdningi, at vit fara væl við honum.
Íhesum sambandi koma vit ikki uttanum heilsugóðan kost. Hvat er so heilsugóður kostur, kunnu vit spyrja. Ein sera nógv viðgjørdur spurningur, ið sýnist at hava óteljandi svar. Hetta kann hava við sær, at vit lætt villeiðast. Vit hava so nógvar valmøguleikar í dag, at torført kann vera at síggja tað, sum er so eyðsæð og natúrligt.
Vit eiga at hava í huga, at í veruleikanum liva vit framvegis í einum steinaldarkroppi. Tíðin er bara ein onnur. Kroppur okkara hevur sama tørv nú sum tá. Hjá forfedrum okkara var hetta so einfalt. Ì steinøldini livdu vit av: Kjøti, fiski, grønmeti, fruktum, nøtum og kornúrdrátti, ið alt varð skolað niður við reinum vatni. Hvørki meir ella minni.
Orkugevandi keldur
Kroppurin hevur í høvuðsheitum tørv á teimum trimum orkukeldunum proteinum, kolvætu og feitti fyri at virka til fulnar. Eisini hava vit dagligan tørv á kostfibrum og fullkorni - hetta fáa vit úr kornúrdrátti, frukt og grønmeti.
Protein
Fyri at fáa neyðugu proteinurnar er skilagott at eta bæði soltnan og feitan fisk, soltnan flogfenað, soltið kjøt, egg, soltnar mjólkarúrdráttir og bjølgfruktir, sum til dømis kikertrar, linsir, nýrabønir og soyabønir. Best er at skifta ímillum ymisku proteinkeldurnar, sum hvør í sínum lagi tryggja, at kroppurin fær lívsneyðugu byggisteinarnar.
Kolvæta
Mest vanligu kolvætukeldurnar finna vit í eplum, rísi, pasta og breyði. Hesar keldur eru góðar, men tær gerast enn betri og sunnari, um vit velja grov rís, groft pasta og groft breyð. Eisini finnast aðrir spennandi kornúrdráttir, ið kunnu nýtast ístaðin fyri eplir, rís og pasta. Til dømis quinoa, fullkornsbulgur, fullkornsnudlur, fullkornscouscous og fullkornsspelt.
Tað er ikki av tilvild, at man sigur fullkorn er gullkorn. Tí fullkorn mettar meira, fitar minni, inniheldur fleiri vitaminur, er gott fyri hjarta, fyribyrgir krabba, gagnar sodningina og gevur okkum ein sterkan maga.
Fullkornsmerkið
Um tú ert í iva, um vøran er grov, kann appelsingula fullkornsmerkið vera ein sera góð hjálp. Fullkornsmerkið tryggjar okkum nevnliga, ikki bara at vøran er grov, men eisini heilsugóð. Fyri at vøran kann fáa fullkornsmerkið, skulu fylgjandi krøv lúkast:
- Mesta lagi 7 g/100 g feitt?- Mesta lagi 5 g/100 g sukur?- Mesta lagi 0,5 g/100 g salt?- Minsta lagi 5 g/100 g kostfibur
Feitt
Tað er umráðandi ikki at eta ov nógv feitt. Men heldur ikki einki feitt. Mannalikamið skal brúka feitt til grunnleggjandi funktiónir. Øll sløg av feitti innihalda tvær ferðir so nógvar kaloriur sum protein og kolvæta. Ì høvuðsheitum verður feitt býtt í tveir bólkar, mettað og ómettað feitt.
Òmettað feitt er tað sunna feitti. Ómettaða feittið finst millum annað í alskyns plantum, nøtum, oljuberum og feitum fiski, til dømis laksi, síli, makreli, sild og álli. Hetta slagi av feitti økir ikki um vandan fyri at fáa áðurnevndu lívsstílssjúkurnar.
Mettað feitt er tað ósunna feitti, og tí skulu vit hava tað í smáum nøgdum. Etur tú ov stórar nøgdir av mettaðum feitti, økir tú millum annað um vandan at fáa lívsstílssjúkur. Mettað feitt finna vit vanliga í kjøti, mjólkarúrdrátti, margarin, kokusolju og palmin.
Frukt og grønmeti
Ein sera góð og fiburrík orkukelda er frukt og grønmeti í alskyns litum. Flest øll frukt og grønmeti kann etast sum hon er, og er sera gagnligt fyri magan. Vistfrøðiligar útgávur kunnu etast við fyrimuni vegna vandan fyri sprænieitran.
Orkunøgdin er oftast sera lág orsaka av tí høgu vatnnøgdini. Frukt og grønmeti er ein sera góð vitamin- og mineralkelda, sum eisini hevur góða ávirkan á okkara immunskipan, ið verjir okkum ímóti sjúkum, bakterium og virus.
Tað er vert at hava í huga, at fryst grønmeti og frukt kunnu vera eins góð og í summum førum betur enn tað grønmetið og fruktin, sum vanliga er til keyps. Orsøkin er, at frysta útgávan verður heystað í besta blóma, tá føðsluevnini eru í hæddini, fryst umgangandi og missir tískil ikki nógv føðsluevni.
Tann fríska útgávan skal fyrst ein langan flutingsveg til Føroya, áðrenn hon kemur í handlarnar at liggja. Frá keypi til nýtslu av vøruni kunnu ofta ganga dagar. Alt hetta kann hava við sær, at føðsluvirði minkar munandi.
Lívsins vatn
Vatn er lívsneyðugt og kroppur okkara skal hava reint vatn hvønn dag. Kranavatni í Føroym er púra ókeypis, inniheldur ongar kaloriiur og sløkkir tostan betri enn nakað annað. Vatn kann snilt njótast í kannum við ískubbum, frystum berum í alskyns litum, mintbløðum, sitrón, lime ella við appelsin skivum í. Hetta eggjar eisini børnunum at drekka reint og leskiligt kranavatn.
Rørsluárið 2009
Tað er at fegnast um, at árið 2009 er gjørt til rørsluár.
At landsmyndugleikar, stovnar, kommunur, skúlar, arbeiðspláss, frítíðarfeløg og onnur taka fólkaheilsuna í álvara, kann gera sítt til, at vit øll – hvør í sínum lagi – fara væl um kropp og sál okkara, við heilsugóðun kosti og rørslu.
Gott summar øll somul!
______________________
Tey átta kostráðini
Et frukt og grønmeti – seks um dagin
Et fisk og fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna
Et eplir, rís ella pasta og grovt breyð hvønn dag
Minka um sukri serliga sodavatn góðgæti og køkur
Minka um feittnýtsluna serliga frá mjólkaúrdrátti og kjøti
Et fjølbroytt og halt normalu vektina
Sløkk tostan við vatni
Ver í rørslu í minsta lagi 30 minuttir um dagin
Tey, ið ikki eiga at fylgja teimum átta kostráðunum eru: børn undir 3 ár, eldri fólk, ið hava lítlan matarlyst, og fólk við sjúkum, ið seta serlig krøv til matin.
Snorri Patursson, Lesandi í Ernæring og Sunnheit við sergrein í Human Ernæring









