Hugsa bara um HB

KÍ var fyri einu av síni størstu eyðmýking nakrantíð, tá klaksvíkingar vitjaðu í Streymnesi um vikuskiftið.

EB/Streymur hølvaði botnliðið av við 7-0. – Handan dystin mugu vit gloyma skjótast gjørligt og hyggja frameftir. Hesa vikuna er umráðandi, at leikarar og øll onnur kring hópin hugsa HB, HB, HB og einki annað! Vit mugu bara staðfesta tapið og arbeiða víðari, sigur Fríðin Ziskason, formaður í Sp/f KÍ, við heimasíðuna hjá Bláa Bylgju.