Hugsa bara um dystin

Rás2: Hallur Hansson gleðir seg til dystin í kvøld

Hallur Hansson verður óiva á vøllinum frá byrjan, tá Føroyar í kvøld spæla móti Lettlandi í Riga. Miðvallarin hevur fyrr spælt í Lettlandi við U21 landsliðnum og vunnið.

 

Hoyr samrøðuna við Hall Hansson við at trýsta á pílin undir myndini

 

Hóast nógv prát um stig og hvør er favorittur, so hugsar Hallur Hansson bara um dystin sjálvan. Tað er fult fokus á teimum 90 minuttunum, sum skulu spælast á Skonto leikvøllinum.

 

Liðið hevur hugt eftir sjónbandabrotum frá landsdystum hjá Lettlandi, men fyrst og fremst verður orkan brúkt upp á egnar styrkir, sigur Hallur Hansson millum annað.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt til A-landsdystin byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 15 og sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum á Toftum móti Eysturríki.