Hóast fólkini í sakarmálinum, sum var fyri í Føroya rætti, vóru yvir 18 ára gomul, so er hetta, at víðarisenda ónærisligar myndir, als ikki ókent millum yngri fólk heldur. Tað váttar Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi. Hann heldur, at trupulleikin er ein ávís pornofisering, sum ser fram millum fólk, har tey royna at síggja lekkur út. Munurin millum fyrr og nú er, at fyrr var man í klæðum, nú eru pløggini færri.
- Vit síggja, at serliga gentur, ofta heilt niður í 12 ára aldur, nýta hetta sum eitt tól til at hevja seg sjálvar. Onkrar gera tað í ovfarakæti, men tíverri eru tað ikki øll, sum duga so væl at ansa sær sjálvum á netinum, sigur Óli Rubeksen.
Hann sigur, at tey allarflestu duga sær hógv á netinum, men kortini er neyðugt áhaldandi at arbeiða fyri at børn og ung í Føroyum kunnu hava eina trygga ferðslu á netinum, tí tað nyttar jú ikki at siga, at tey ikki skulu vera á netinum.
Les eisini Ørur kærleiki í Føroya rætti
Hann vísir á, at tað ikki er ólógligt, at taka slíkar myndir, ei heldur at senda øðrum tær, men at tað er ein alsamt vaksandi trupulleiki, at myndirnar síðani verða sendar víðari, og tað er revsivert.
- Tí nýta vit nógva tíð at upplýsa tey ungu um, hvat er lov og hvat ikki er lov, sigur Óli Rubeksen. Hann vísir millum annað á, at løgreglan undirvísir øllum 6. floksnæmingum í etikki á netinum.
Óli Rubeksen sigur, at ein trupulleiki er, at fólk hava lyndi at gerast eitt sindur líkasæl og hugsa, at soleiðis er tað bara.
- Shit happens, plaga tey ungu at taka til, men vit mugu greiða teimum frá, tað er ikki líkamikið, og at tey hava ábyrgd av tí, sum hendir, serliga um tey sjálvi senda myndir víðari, sigur hann.
Hann sigur tó tað sama, sum Hildur Hentze og Linda Hesselberg.
- Er myndin fyrst farin út í cyberspace, so er hon farin. Tí er so týdningarmikið, ikki at trýsta á send. Privatar myndir eru privatar. Tær skulu ikki út í cyberspace. Tað sama er galdandi fyri nakinmyndir, sigur Óli Rubeksen.
SSP-samstarvið roynir eisini at undirvísa foreldrunum á hesum økinum og upplivur, at hetta er eitt øki, sum fyllir nógv í huganum á foreldrunum, meiri enn til dømis spurningar um rúsdrekka.
- Vit hava gjørt faldarar og hava javnan foreldrafundir, har vit royna at vegleiða foreldrum, um hvussu tey skulu møta hesi avbjóðingini, sigur hann. Eisini ger SSP-samstarvið í løtuni eitt arbeiðshefti, sum skal hjálpa skúlum at orða ein politikk innan sosialt samskifti, sum skal stuðla og hjálpa børnum og ungum at hava góðar vanar, tá tey ferðast á netinum.
Les meiri í Sosialinum, ið varð borin í hvørt heim í dag.