36 ára gamli málverjin hjá Tottenham, Hugo Lloris gevst á franska landsliðnum.
Hetta staðfestir Hugo Lloris í samrøðu við stóra franska ítróttarmiðilin, L´Equipe.
Hugo Lloris hevur við 145 landsdystum dystarmetið á franska landsliðnum.
- Eg havi tikið avgerð um at enda mína landsliðsyrkisleið við kensluna av, at teg havi givið alt, Eg haldi tað er týdningarmikið at boða frá hesum áðrenn EM-undankappingin byrjar seinast í mars, sigur Hugo Lloris.
Við franska landsliðnum vann Lloris HM-gull í 2018 og HM-silvur í 2022.











