Fittu søgurnar um Hugo eru væl umtóktar millum børn. Nú hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givið fyrstu bókina, Tey kalla meg bara Hugo út av nýggjum, í eitt sindur broyttari útgávu og við nýggjari permu, sum Philippe Carré hevur teknað.
Bøkurnar um Hugo eru um vinarlag fyrst og fremst, men eisini um happing. Frá tí degi, at Elo Skjálm setur føturnar inn í flokkin hjá Hugo og teimum, verður lívið hjá Hugo vent upp og niður, og besti vinur hansara verður ringasti fíggindi, og allur skúlin er eftir honum. Fløkjurnar vinda uppá seg, og at enda eru tað bara útskotini í býnum, Landastrokini, ið kunnu loysa knútarnar. Hetta er ein søga um vinarlag, og um at fólk ikki altíð eru tað, tey síggja út til at vera, og serliga ikki, hvat onnur halda tey vera.
Bókin er 214 síður, innbundin og kostar kr. 140.
Tey kalla meg bara Hugo er fyrsta bókin í røðini um Hugo. Í 1997 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út framhaldið av henni, Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo. Og um ein mánaða ella so kemur triðja bókin í røðini, Kom yvirum Hugo. Eisini henda bókin er um vinalag. Bøkurnar kunnu eisini lesast leysar av hvør aðrari.










