Fyrr í mánaðinum var forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, lagdur undir skurð í Kuba, og amerikanskar fregnartænastukeldur siga nú, at tað stendur einki til hjá honum. Myndugleikarnir í Venesuela vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini, men teir vátta, at forsetin varð lagdur undir skurð í Havanna.
Skurðviðgerðin var tann 10. juni, og síðani hevur tann 56 ára gamli forsetin ikki givið ljóð frá sær. Tað hevur fingið fleiri í Venesuela og aðrastaðni at halda, at tann umstríddi ríkisleiðarin er illa sjúkur, men tað hava familjan og talsmenn hjá stjórnini avsannað. Tað fyrsta lívsteknið frá Chavez kom í einum boðum á twitter í gjár, tá hann sendi herinum og fólkinum í Vensuela eina heilsan.
Teir amerikonsku myndugleikarnir siga, at Chavez er ikki í lívsvanda, men at hann hevur havt trupulleikar aftan á skurðviðgerðina.
Hugo Chavez hevur verið forseti í Venesuela síðani 1998. Hann varð seinast afturvaldur í 2006 við 63 prosentum av atkvøðunum.










