Hugni í Vágsbotni

Hvat er hugnaligari enn ein góðveðursdagur í Vágsbotni við nógvum lívi, glaðum fólkum og práti manna millum?

Í allan dag hevur nógv fólk verið í Vágsbotni, bæði á torginum, har Nólsoyar Páll stendur so rættur og undir Bryggjubakka, har fólk sita á kafé og onnur forvitnast eftir, hvat er til sølu á marknaðarplássinum.

Tá ein føroyskur bátur í morgun kom aftur at landi við 11 kalvum, var hetta fyri mong eisini ein forvitnisllig sjón.

Á marknaðarplássinum er fiskur og ymiskir úrdráttir úr fiski seldir, her hevur verið turr grind og spik, og her hevur verið skoldaður gamal náti.

Enn standa fólk og selja á marknaðarplássinum, og framvegis er góðveður í Vágsbotni, um onkur skuldi farið at mungað eftir einum góðum føroyskum bita.