Hugni saman við Støkk-venjarum Inni í Dal

Sum partur av átakinum "Virkin Sandoyggj" verður hugnaligt tiltak Inni í Dal í dag. Tiltakið er fyri øll, og tað er ókeypis.

Tað er fimleikafelagið Støkk, sum eigur hesa myndina. Í dag eru venjarar hjá Støkk í Sandoynni.

Í samband við átakið ”Virkin Sandoyggj” verður áhugavert tiltak í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag frá klokkan 14 til 16.

 

- Vit eru so heppin at hava fingið fimleikafelagið Støkk suður at hava fimleik og tricking, sum er so sera populert beint nú, saman við okkum.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri hetta tiltak í Sandoynni í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tiltakið saman við venjarum hjá Støkk er fyri øll, og tað er ókeypis.

 

Her verða venjarar úr Støkk við nógvum royndum, og hetta verður eitt sera hugnaligt tiltak.

 

- Vit fara at hugna okkum við øllum amboðunum, sum vit eiga, og her fara vit at síggja, hvussu stuttligt vit kunnu hava tað saman, siga fyrireikararnir.

 

 

Tað er fimleikafelagið Støkk, sum eigur hesa myndina. Í dag eru venjarar hjá Støkk í Sandoynni.