Tá ferðalagið kom til høvuðsstaðin, var fyrst av øllum farið inn á gólvið í Tilhaldinum. Karin Poulsen var ein av teimum, sum var við í ferðalagnum. Hon greiðir frá, at tey vóru so sera blíð og vinarlig í Tilhaldinum.
- Har bjóðaðu tey temunn og lekra ananaskøku aftur við, umframt deiligar smákøkur, sigur Karin.
Ferðalagið fekk eisini høvi til at síggja húsið, sum Tilhaldið húsast í.
Klokkan tólv var farið við bussinum hjá Sámal Bláhamar frá Tilhaldinum og niðan til Hoyvíkar, har tey sluppu at síggja Kirkjubøstólarnar. Karin Poulsen sigur, at hetta hildu tey vera avbera áhugavert.
Harfrá gekk leiðin oman í Tinghúsið, har ein kvinna tók ímóti teimum og greiddi bæði væl og virðiliga frá.
At enda fór ferðalagið við bussinum niðan í Norðurlandahúsið.
- Tað er eitt hús, sum vit føroyingar skula vera glaðar fyri, heldur Karin Poulsen.
Tey fingu ein bita at eta, áðrenn tey fóru at lurta eftir Karin Kjølbro, formanninum í húsinum. Hon greiddi frá virkseminum í húsinum, og hon segði, at hon var glað fyri at síggja so nógvar klaksvíkingar har.
Tá klokkan var farin av 17, koyrdi Sámal Bláhamar ferðalagið aftur til Leirvíkar, hann greiddi teimum frá ymiskum á vegnum.
Karin Poulsen sigur, at hetta var ein avbera góður túrur, og tey ynskja øll somul at takka Sámal Bláhamar fyri ein avbera góðan túr.