Hugni og stuttleiki uttan rús

Edva Jacobsen er aðalskrivari hjá Bláa krossi Føroya. Hon greiðir frá at Blái Krossur leggur stóran dent á tað fyribyrgjandi arbeiði, og tað er ein gleði at kunna bjóða teimum ungu eitt stað har tey kunnu hugna sær uttan rús.

Á ólavsøku bjóðar Liv Lívið inn í Hollywood í Niels Finsens gøtu. Liv Lívið, ungdómsverkætlanin hjá Bláa Krossi Føroya, skipar fyri tiltøkum á Ólavsøku, fyri at skapa rúsfrítt alternativ til ungdómin. Í Hollywood fæst til keyps ein góður kaffimunnur, rúsfríir koktails, ein góður, slushice og annað. Eisini kann man spæla eitt stuttligt spæl og hugna tær í góða hugalagnum. Møguleiki er fyri at taka lut í eini kapping.

 

Edva Jacobsen greiðir frá at aðalendamálið við fyribyrgjandi arbeiðnum er, at eingin ungur skal koma illa fyri orsaka av rúsi. Blái Krossur ynskir at skapa eina hugburðbroyting, so tað gerst vanligt at hugna sær uttan rús, tí hevur tað stóran týdning at vera har sum tey ungu eru, og bjóða teimum eitt umhvørvi har tey kunnu hugna sær uttan rúsdrekka, hettar fyri at vísa á at tað ber til at hava tað stuttligt uttan rús. Hon heldur tað verða gott at kunna taka hond um tey ungu á henda hátt.

 

Í summar hava hølini opið hvørt mikukvøld og leygarkvøld frá kl. 18. Til ber at fylgja Liv Lívið á Instagram ella Facebook, fyri at síggja um broytingar eru í skránni ella um skipað verður fyri øðrum tiltøkum.

 

Á ólavsøku verður vognurin hjá Liv Lívið eisini opin, hann fer at standa á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen búnýti. Í vogninum fáast rúsfríir drykkir, vatn og annað.

 

Edva Jacobsen, aðalskrivari gleðir seg at taka ímóti ólavsøkugestum og ynskir øllum eina góða ólavsøku.

 

(Eisini prentað í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum)