Hugni og jólatræ úti í Svínoy

Seinnapartin í gjár var nógv fólk samankomið í Svínoy, tá jólatræið varð tendrað.

Við á ferðini var Dávur Winther úr Klaksvík, og hagani hevur hann sent okkum hesa frásøgnina: Svínoyingar, sum búgva aðrastaðni høvdu leitað sær norðurum at vera við til haldið. Onkur teirra kom eisini innaftur við, so teir høvdu bert sett sær fyri at verið við til at tendra træið, og gera sær onkur smá ørindi á ognum teirra.

Tað, sum eisini gjørdi løtuna hugnaliga var, at Klaksvíkar Hornorkestur hevði sent nakrar spælarar við, umboðandi tær ymisku stemmurnar, so spælt varð úr Reyðu Bók.

Hóast Klaksvíkar Hornorkestur hevur verið í Svínoy og spælt fyri mongum árum síðan, so var tað forkunnugt at hoyra lúðraljóð í sambandi við, at jólatræið varð tendrað í Svínoy. Hetta er ikki á hvørjum degi.

Óluva Klettskarð helt eina frálíka røðu, har hon millum annað nam við siðir kring jól og jólahald og at Svínoy fyrr var kend sum ein góða ?dansi-bygd?, eins og Haraldsund var kend sum Kyndilsmessu-bygd. Soleiðis dugdu teir gomlu at hugna sær á so ymiskan hátt - hvørt til sína tíð.

Hornorkestið breyð sær haraftrat til at spæla nøkur løg í kirkjuni. Tað var ikki hálvtalað orð, so sótu øll í kirkjuni, og undirfagrir tónar ljóðaðu. Løtan endaði við, at sungið og spælt varð gleðilig Jól. Ein hugnalig løta við horntónleiki á høgum stigi, sum man vera nakað langt í millum í Svínoyar kirkju.

Fámæltu svínoyingarnir takkaðu fyri hugnaliga kvøldið og ynsktu gleðilig jól. Sama gjørdu gestirnir úr Klaksvík, takkaðu fyri og hildu leiðina omanaftur til Rituna, sum hógliga setti okkum innaftur í Sund.

- Ein frálíkur seinnapartur úti í Svínoy vóru øll samd um, endar Dávur Winther frásøgn sína