Tiltak
Fríggjakvøldið klokkan 19.30 skipar Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík fyri tiltaki í Skótahúsinum, har 94 ára gamli, Dávur Davidsen úr Tjørnuvík, fer at greiða frá lívi sínum á sjógvi og landi.
Herfyri kom út bók um Dáva í Tjørnuvík, sum hann vanliga verður róptur, og tað er Sveinur Ísheim Tummarsson í Havn, sum hevur fest orðini á blað.
Lívssøga
Alma Petersen, sum er næstformaður í Hugna, væntar, at frásagnirnar hjá Dáva verða spennandi og forvitnisligar at hoyra, og hon vónar, at nógv fólk koma at lýða.
Dávur hevur sett sær fyri at geva út endurminningar, og sum skilst, verður talan um meira enn ta einu bókina.
Fyrsti partur av lívssøgu hansara ber heitið, "Lívssøga 1911-1937".
Í pensjónistafelagnunm fríggjakvøldið verður eisini kaffi og køkur at fáa, og bókin um lívið hjá Dáva verður eisini at fáa til keyps.
Bókin telir 240 síður og kostar 300 krónur.
Virkið felag
Formaður í Pensjónistafelagnum Hugni er Mikkjal á Bergi. Felagið húsast í Skótahúsunum, og hvønn týsdag í vetrarhálvuni millum klokkan 15 og 18 eru limir savnaðir til prát og hugna.
Alma Petersen sigur, at í desember mánaði, tá ið fólk hava nógv um oyruni, eru limirnir ikki saman hvønn týsdag, men í staðin skipar felagið hvørt ár í desember fyri jólaveitslu.
Í ár verður veitslan, 6. desember, og Alma Petersen vónar, at nógvir limir fara at nýta høvi at tekna seg.
Veitslan verður í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu 3 í Klaksvík.
Á veitsluni í desember mánaði í fjør vóru eini 70 limir. Hetta var ein stak hugnalig veitsla, og lítið man vera at ivast í, at veitslan hesaferð verður minst líka so hugnalig.
Stigtakarin
Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík telist millum tey gomlu feløgini av sínum slagi í Føroyum. Tað er stovnað, 1. oktober 1971, og tað var Anna Joensen, ið var sjúkrasystir, sum tók stig til at stovna felagið.