Hugni í góðveðrinum

Veðrið hevur verið strálandi í allan dag, og hevur sólin skinið yvir allan Klaksvíksbý.

 

Í tveir dagar hevur veðrið nú víst seg frá síni allarbestu síðu.

 

Konsertirnar byrjaðu ikki fyrr enn kl. 19 í kvøld, men longu langt áðrenn var nógv fólk savnað í miðbýnum í Klaksvík. Topdysturin millum KÍ og EB/Streym var nokk tað, sum dró tey flestu oman á festivalin longu kl. 18.

 

Seinni í kvøld spælir størsta høvuðsnavni á ársins Summarfestivali, írski Ronan Keating. Men fólk hava hugnað sær allan dag, bæði til fótbóltsdyst, á festivaløkinum og á Kampingvognarplássinum.

 

Síggj her nakrar myndir frá degnum.