Hugni frá byrjan til enda í Hvalvík

"Eitt fantastiska væleydnað tilltak í Hvalvík í dag".

Tað er tað, sum sagt verður um árliga barnakarnivalin, sum barnagarðurin við Kráir skipar fyri.

Dagurin byrjaði við eini skrúðgongu frá Margáum og yvir til Kráir, har børnini kundu royna ymiskt, eitt nú andlitsmáling, at blása sápubløðrur og annað.

Á vitjan vóru Kapteyn Gardar og Stampi og slangurnar Hann Hugo og Hon Hugo, sum fóru á skattaveiði við børnunum.

Dagurin í Hvalvík var eisini merktur av tónleiki, har tónleikabólkurin hjá Hvalvíkarskúla framførdi nakrar sangir, og Zumba Tomic varð framført av frítíðarskúlanum við Margáir og barnagarsbørnunum við Kráir

- Samanumtikið, ein sera væl eydnaður dagur, har vaksin og børn hugnaðu sær frá byrjan til enda, verður sagt úr Hvalvík í kvøld.