Hugnaligur felagsskapur í søguna

Á miðdegi í gjár var Janus Kamban á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen, har hann avhandaði ognirnar hjá gamla felagsskapinum Havnar Hugni. Ein felagsskapur, sum varð settur á stovn í seinnu helvt av fýratiárunum til tess at gera Havnina hugnaligari.

Janus Kamban greiðir frá, at tað var Andrias Ziska, sáli, ið tók stig til at stovna felagsskapin einaferð í seinnu helvt av fýratiárunum. Aðrir, sum vóru við til at stovna Havnar Hugni, vóru eitt nú Knút Wang og Sverri Dahl.

Eitt sjálvásett býráð
 Endamálið við Havnar Hugna var fyrst og fremst at gera Havnina meiri hugnaliga. Undirtøkan var góð, og á fundum í felagnum var dúgliga kjakast um eitt nú leysgangandi høsn og dunnur í havnargøtum, greiðir Janus Kamban frá.
Tá ið felagsskapurin var stovnaður, sat J. P. Hendriksen sum borgarstjóri í Havn, men stutt eftir tók Kjartan Mohr yvir, og Janus Kamban minnist aftur á, at Kjartan Mohr heldur speiskliga helt Havnar Hugna verða eitt slag av einum sjálvásettum býráði.
 Eitt av teimum átakum, sum felagsskapurin tók stig til, var at gera eitt spælipláss aftan fyri fimleikahøll realskúlans. Har lógu barakkgrundir eftir ensku hermenninar, men økið bleiv ruddað, og eitt spælipláss gjørt, minnist Janus Kamban aftur á.
So líðandi minkaði virksemið hjá felagsskapinum, tí kommunan átók sær í alsamt størri mun slíkar uppgávur, ið vóru við til at fríðka um býin og gera hann hugnaligari. Hesi seinnu mongu árini hevur einki virksemi verið, men Havnar Hugni hevur framvegis eina konto í Føroya Banka. Á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í gjár handaði Janus Kamban so kontoina til Heðin Mortensen. Talan er um slakar 3.000 krónur.
 Eg dugi í løtuni ikki at siga, hvat peningurin verður brúktur til, men tað er einki at ivast í, at býráðið fer at brúka peningin í tráð við andan hjá Havnar Hugna, sigur Heðin Mortensen.